ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, umhugsar at finna eina skipan, sum skal tálma tí ovurstóra prísvøkstrinum á matvørum og teimum avleiðingum, sum prísvøksturin hevur á fátækrafólk í nógvum londum. Síðani í fjør er prísurin á rísi, korni, sukuri ig olju hækkaður umleið 50 prosent, og Ban Ki-moon sigur, at hetta hevur gjørt, at umleið 100 milliónir fólk fáa ikki mettuna, tí tey hava ikki ráð at keypa sær mat. ST hevur í løtuni tørv á umleið fimm milliardum krónum til matvøruhjálp. Ban Ki-moon sigur, at tað ræður eisini um at bøta um umstøðurnar hjá bøndrunum í teimum fátæku londunum.