Londini í trygdarráðnum hjá ST eru alt annað enn fegin um, at Norðurkorea valdi at royna eina langtberandi rakett, hóast altjóða samfelagið hevði mælt landinum frá at gera tað. Tí hevur ráðið nú samtykt at tátta takið um landið, sjálvt um rakettroyndin miseydnaðist.
Í samtyktini fordøma tey 15 limalondini rakettroyndina, sum tey siga vera eina hóttan ímóti trygdini í Asia. Tí hevur ráðið gjørt av at víðka tiltøkini, sum vórðu sett í verk aftan á tær norðurkoreonsku kjarnorkuspreingingarnar í 2006 og 2009.
Samstundis krevur ST-trygdarráðið, at Norðurkorea gevst við sínum rakettroyndum alt fyri eitt, og at allar ætlanir um hernaðarligar rakettútbyggingar verða tiknar av borðinum. At enda sigur ráðið, at skuldi tað hent, at Norðurkorea roynir fleiri rakettir ella fullførir kjarnorkuroyndarspreingingar, fer trygdarráðið at koma við einum hóskandi svar.