Stórur tørvur er á samdøgurstilboði á familjudeildini

4 av teimum 7 starvsfólkunum á familjudeildini á Føroya Barnaheimi verða nú uppsøgd

Hetta er orsakað av tí umlegging, sum almannastovan nú ætlar at gera. Stjórin á Almannastovuni hevur ført fram, at ongin tørvur er á einum samdøgurstilboði. Men so er ikki!

Vit hava í hesum sambandi nýtt høvið til at kanna eftir, um ella hvussu stórur tørvur er á eini samdøgurs familjudeild í Føroyum. Eftir at hava verið í samband við fleiri barnarverndartænastur og heilsufrøðingar kring alt landið, er niðurstøðan greið: Stórur tørvur er á familjudeildini! Ì løtuni eru familjur á veg av landinum, tí pláss ikki er á familjudeildini. Kann væl verða, at familjudeildin ikki altíð hevur verið fullsett, men soleiðis er støðan ikki í dag.

 

Servitanin hvørvur

Familjudeildin á Føroya Barnaheimi sá dagsins ljós í 2002. Tað varð mett, at tørvur var á eini familjudeild, sum kundi vera um familjurnar alt samdøgrðið. Nógv orka var nýtt at byggja eina servitan upp – og tí var hetta eitt stórt frambrot innan familjuviðgerð í Føroyum. Familjur hava áður havt eitt dagtilboð, men hetta var ikki nøktandi, og tískil varð Familjudeildin á Føroya Barnaheimi sett á stovn.

Starvsfólkini á Familjudeildini hava eina stóra servitan innan økið og hava bygt upp eina kompetansu skræddara seymaða til føroyska samfelagið. Stórur partur av hesum fer nú fyri skeytið! Eitt stórt afturstig fyri tær familjur, ið hava brúk fyri sertilboðum í Føroyum.

 

Óvirðulig tilgongd

Undiritaðu fakfeløg eru rættiliga skelkað av handfaringini av hesari tilgongd. Vit hava áður ført fram, at starvsfólkini á familjudeildini hava fingið eitt tilboð um at fáa annað starv í Almannastovuni, men her er so onki ítøkiligt tilboð komið frá Almannastovuni. Starvsfólkini hava eisini víst á ymiskar loysnir, men hesar hava allar verið kveistraðar til viks. Starvsfólkini hava verið undir stórum trýsti seinastu tíðina.

Fakfeløgini høvdu ein fund við landsstýriskvinnuna í almannamálum, Rósu Samuelsen, mánadagin, har greitt varð frá okkara sjónarmiðjum. Men hesin fundurin broytti onki. Feløgini ynsktu, at freistin var útsett, soleiðis at øll viðurskiftini kundu verða viðgjørd á ein virðiligan hátt. Men heldur ikki hetta uppskotið varð eftirlíkað.

Síðsta orðið í hesum máli er ikki sagt. Her eru so nógvir skeivleikar farnir fram, og vit undra okkum stórliga á hendan arbeiðsháttin. Tað verður veruliga “gamblað” við mannalagnum – og starvsfólk og fakfeløg verða hildin fyri tað turra spott!!

 

Vinarliga

 

Starvsmannafelagið

 

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

 

Føroya pedagogfelag