Útlit
Millum positivu útlitini í føroyskari fiskiveiði tey næstu árini er góða gýtingin hjá toski í fjør vár og gróðurkanningarnar í farna ári, sum vístu, at gróðurin á landgrunninum var heldur betri enn eitt miðal ár.
Tað er gróðurin (plantu-og djóraplankton), sum er grundarlagið undir lívinum í havinum.
At Fiskirannsóknarstovan í farna ári eisini staðfesti, at nógv nebbasild er í okkara sjógvi – meira enn fleiri undanfarin ár - gevur vónir um, at náttúruviðurskiftini eru við okkum í løtuni.
Nú bæði fiskiskipavinna og fiskaframleiðsla á landi eru í tungum sjógvi, ger tað kanska mun fyri framhaldi, at onkur útlit kortini hómast í havsbrúnni.
Enn torir eingin tó at meta um, hvat hesir glottar, sum staðfestir eru í 2008, koma at merkja fyri fiskiskapin undir Føroyum í ár og komandi árini.
Ov tíðliga
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at eitt ár er ov lítið til at gera sær neyvar metingar um, hvør gongdin verður.
- Vit fegnast sjálvsagt um góða gýting av toski, hampiliga góðan gróður á landgrunninum og positiv útlit við nebbasildini, men eitt ár er alt ov lítið til tess at gera sær eina fullgóða mynd av støðuni.
Hjalti vísir á, at samstundis, sum náttúruviðurskiftini eftir øllum at døma hátta sær rímiliga væl í løtuni, er gýtingarstovnurin av toski søguliga lítil, samstundis sum samlaða veiðitrýstið eftir botnfiski undir Føroyum framvegis er alt ov stórt.
- Eg tori ikki at meta um gongdina við toskinum í løtuni, tí eitt ár við góðari gýting sigur alt ov lítið. Haraftrat hava vit ongar ábendingar um, at nakað serligt er til av smáfiski fram við landi.
Hjalti sigur, at góð gýting plagar at síggjast aftur í fiskiskapi hjá smáu útróðrarbátunum eftir hálvum øðrum ári, og tí er kanska heldur ikki væntandi, at smáfiskur frá várgýtingini í fjør sæst í veiðini longu nú.
- Vit eru sjálvsagt sera spent eftir at síggja, hvat yvirlitstrolingarnar fara at vísa til várs, og vit eru ikki minni spent eftir at vita, hvussu gróðurkanningarnar verða, leggur hann aftrat.
Søguliga lítil
Eitt miðal ár er toskaveiðan undir Føroyum 20.000-25.000 tons, men toskaveiðan í farna ári var bert eini 12.000-13.000 tons, samstundis sum gýtingarstovnurin er sera – og søguliga - illa fyri.
- Eg haldi ikki, at vit kunnu vænta okkum nakra serliga broyting í toskaveiðini í ár í mun til undanfarna ár, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Tað tekur tíð hjá toskastovninum at koma fyri seg aftur, og helst skal góð tilgongd til í eini 2-3 ár, áðrenn hetta veruliga munar í veiðini, nú gýtingarstovnurin á toski er so illa fyri.
- Ein helvt av toskinum gerst gýtingarførur um trý ára aldur – og restin um 4-5 ára aldur, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Upsi og hýsa
Upsaveiðan undir Føroyum hevur verið góð og rímiliga góð seinnu árini, men tað, sum órógvar fiskifrøðina, er, at partrolarar eru vorðnir effektivari, samstundis sum lemmatrolarar í størri mun enn áður hava fiskað upsa, tí minni hevur verið at fingið av djúpvatnsfiski.
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni vísir á, at upsaveiðan minkaði nakað í fjør, men er framvegis góð.
- Tað er ógvuliga torført at meta um gongdina við upsanum, tí hesin fiskur kemur ikki veruliga við í yvirlitstrolingarnar, men økta royndin órógvar framtíðarútlitini, leggur hann aftrat.
Um hýsuna sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, at hon er illa fyri, og orsøkin er, at gýtingin hevur verið sera vánalig í fleiri ár.
Undanfarin ár er havtaskuveiðan nógv vaksin, men henda veiða er nú í stórari minking, og tað kemur tvørt fyri hjá eitt nú garnaskipunum, ið hava havtaskuloyvi.
Svartkalvin hevur heldur ikki verið væl fyri seinnu árini, men í fjør vaks veiðan nakað.
Ov hørð veiða
Hjalti í Jákupsstovu sigur seg onga løtu vera í iva um, at okkara fiskifloti er ov stórur til tað tilfeingi, sum okkara grunnar kunnu bera.
- Royndin er ov stór, og ov lítið kemur burtur úr hjá teimum nógvu. Skipini eru dýr, og tað er raksturin eisini; tí er trupult hjá mongum at fáa lønandi vinnu við verandi fiskiskipaflota.
Ein av royndastu vinnulívsmonnum okkara innan føroyska fiskiveiði, Olaf Olsen, segði í eini grein tíðliga í fjør summar, at við einum minni fiskiflota fáa vit kanska eina stabilari veiði.
- Men vit fáa helst eina stabilari minni veiði, sum hann málbar seg.
Hjalti í Jákupsstovu er ikki samdur við Olafi um, at veiðan neyðturviliga verður minni við einum minni fiskiflota.
- Eg vænti, at veiðan í minsta lagi verður hin sama - men støðugari - við einum minni og meira hóskandi fiskiflota. Kanska verður veiðan minni tey fyrstu tvey árini, men síðan vænti eg, at vit høvdu heystað fruktirnar av, at royndin í størri mun enn í dag samsvarar við tilfeingið, sigur hann.
Sama veiðitrýst
Vit spurdu eisini stjóran á Fiskirannsóknarstovuni, hvat hann heldur um hugskotið hjá Føroya Banka at selja fýra skip av seks útaftur, nú bankin í fjør heyst keypti ísfiskatrolararnar hjá Maru Seafood í Klaksvík á tvingsilssølu.
- Eg dugi ikki at síggja, at hetta á nakran hátt minkar um veiðitrýstið, tí við sølu av fýra skipum, men við fiskidøgum hjá seks skipum, verður fiskidagatalið í skipanini og harvið veiðitrýstið júst tað sama. Tað einasta, sum hetta í so máta merkir, er, at hvørjir tveir og tveir trolarar hava eitt frægari grundarlag at fáa raksturin at hanga saman, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum annars væntar, at samlaða veiðan undir Føroyum í 2009 verður á leið hin sama sum í farna ári.