Stórur spenningur í Italia

Í Italia lótu valhølini aftur klokkan tvey, og stutt aftaná komu tær fyrstu kanningarnar, sum eru gjørdar uttan fyri valhølini, eftir at fólk høvdu verið og atkvøtt.

Eftir hesum kanningunum fær mið-vinstrasamgongan hjá Pier Luigi Bersani umleið 35 prosent av atkvøðunum, flokkurin hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Silvio Berlusconi fær 29 prosent, og mótmælisrørslan hjá skemtaranum Beppe Grillo fær umleið 20 prosent. Fráfarandi forsætisráðharrin, Mario Monti, fær væntandi minni enn 10 prosent.

Halda hesar kanningarnar, verður tað skemtarin Grillo, sum ger av, hvør skal stýra Italia, Bersani ella Berlusconi.