Stórur spenningur er um tvey FM heiti

Felags fyri teir tríggjar bátarnar, sum tryggjaðu sær FM heitið í Sandavági, var, at teir gjørdu tað við sigrum á Vestanstevnu

Í trimum av sjey FM kappróðrum er tað eftir róðurin á Vestanstevnu, sum leygardagin og í góðum líkindum var í Sandavági, avgjørt, hvør er føroyameistari í 2006.
Felags fyri teir tríggjar bátarnar, sum vunnu FM, varr, at teir vunnu sínar róðrar á Vestanstevnu.
Ørnin við kvinnum var fyrsti meistari. Ørnin vann ógvuliga sannførandi í heimasjógvi kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1998, at Ørnin hevur vunnið FM.
Sigurin hjá monnunum umborð á 6-mannafarinum Sølmundi var tepur, men tað var ikki fyrrenn í endaspurtinum, at Sølmundur var hóttur. Sølmundur hevði leingi verið eina hálva og onkra løtuna eina heila bátslongd frammanfyri hinar bátarnar. Sølmundur hevur tvær ferðir áður vunnið FM. 6-mannafarið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ við monnum var eisini meistari í 1989 og í 1990.
Triði meistarin var dreingirnir umborð á Rituni, sum vunnu kappingina millum 5-mannaførini. Hetta meistaraheitið var søguligt, tí hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at 5-mannafarið hjá teimum í Norðdepli og Hvannasundi vann FM.
                      Sosialurin ynskir øllum meistarunum hjartaliga tillukku.
 
Nógv feløg
Eyðkennið fyri kappróðrarnar í summar hevur verið, at tað á øllum stevnunum hevur verið onkur vinnari, sum ikki hevur vunnið í undanfarnu róðrunum. Hesa ferð vóru tað genturnar á 5-mannafarinum Hvassa av Oyri, sum vóru nýggjur vinnari.
                      Í FM kappingini eru tað Blikur av Argjum og Frúgvin úr Miðvági, sum kappast um FM. Tann av teimum, sum fer at koma fyrri á mál á Ólavsøku, verður meistari. Tað er serliga í kappingini millum 5-mannafør við gentum og millum 6-mannafør við kvinnum, at tað undan Ólavsøkuni er stórur spenningur um, hvør fer at verða meistari.
                      Róðrarfelagið í Miðvági hevur bæði í kappingini millum 5-mannafør við gentum og í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum meistaraheitið undir borðinum. Riddarin noyddist aftur í Sandavági at víkja fyri óføru kvinnunum umborð á Jarnbardi. Men Riddarin er framvegis favorittur at vinna FM. Tað ger hann, um Jarnbardur ikki verður meiri enn eitt pláss frammanfyri Riddaran.
                      Knørrafelagið hevur møguleika at vinna tvey FM heiti. Umframt kvinnurnar umborð á Jarnbardi so er talan um 8-mannafarið Knørr. Eftir sigurin á Vestanstevnu ber tað ikki til hjá Knørri at sleppa undan at vinna FM. Luttøkan í hesi kappingini er lítil. Tað ber við sær, at um Knørrur megnar at koma á mál ólavsøkuaftan, so verður hann meistari.
Og so er tað meistaraheitið í kappingini millum 10-mannaførini. Tað skal vilja illa til hjá Klaksvíkingi, um hann ikki skal vinna FM. Men í tí kappingini er tað so nógv annað, sum eisini stendur upp á spæl.
Trý feløg hava longu vunnið hvør sítt FM heiti. Tvey feløg hava so at siga tryggjað sær hvør sítt FM heiti. Tað er møguleiki fyri, at uppaftur tvey feløg afturat fara at vinna hvør sítt FM heiti, men tað kann eisini laga seg soleiðis, at tvey feløg fara at vinna tvey FM heiti í part, og at trý feløg fara at vinna hvør sítt FM.