Myndugleikarnir í Colombia gjørdu í gjár ein rættiligan fong, tá tað eydnaðist teimum at fáa lagt hald á tilsamans 1,4 tons av kokaini í býnum Cali, sum liggur í útsynningspartinum av landinum.
Talan var um eina last, sum var á veg til Mexiko, tá myndugleikarnir smekkaðu til og fingu steðgað flutninginum.
Politiið heldur, at hetta er kokain hjá bólkinum, Los Rastrojos, sum rekur rúsevnsishandil og ymiskt hernaðarligt virksemi.
Higartil í ár hevur politiið í Colombia lagt hald á tilsamans 46 tons av kokaini.