Stórur áhugi fyri Tinganest

Konsertin við legendariska vágabólkinum Tinganest, sum verður í annaðkvøld er næstan úrselt. Fyrireikarir sláa fast, at ætlanin ikki er at hava nakra eykakonsert á hesum sinni.

 

Bólkurin Tinganest hevur verið frammi á føroyska tónleikapallinum síðan fyrsta bandi kom út í 1983. Síðan eru 2 bond og ein uppsamlingsfløga komin á føroyska

marknaðin.

 

Tinganest hevur nógvar sangir í sjáttuni,sumt er enda sum landaogn eitt nú, Vágagellan, Upp á tá, Havnargøtur. Til konsertina í Norðurlandahúsinum verða eisini

nýggjir sangir framførdir saman við teim gomlu.

 

Bólkurin hevur spælt við skiftandi manningum, men høvusmennirnir Jóan Jakku Guttesen og Magnus À Stongum hava verið við alla tíðina.

 

Manningin í Tinganest í dag er Jóan Jakku Guttesen, bass og sang, Magnus á Stongum, akk. guitar og sang, Finnur J. Jacobsen, trummur og sang, Holgar Jacobsen, guitar og

sang. Til hesa konsertina er eisini Hans Olivur Højgaard Joensen á tagentum.