Áhugin er rættiliga stórur at ogna sær atgongumerki til báðar heimadystirnar í Nations League kappingini, ið verða ímóti Aserbadjan, hóskvøldið 11. oktober og ímóti Kosovo sunnudagin 14. oktober.
Áhugin er serliga stórur fyri tí fyrra dystinum ímóti Aserbadjan, staðfestir landsliðssamskiparin hjá FSF, Andrass Thomsen.
Yvir 2.000 atgongumerki eru seld til dystin ímóti Aserbadjan, meðan yvir 1.000 atgongumerki eru seld til dystin ímóti Kosovo.
Andrass Thomsen hevur vónir um, at tað verður útselt til báðar dystirnar.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við Andrass Thomsen ígjár.









