Stórur áhugi fyri nýggja barnagarðinum

Nýggi barnagarðurin á Strondum er tikin í nýtslu í morgun. Leygardagin var hátíðarhald í nýggja barnagarðinum. Um 400 fólk støkku inn á gólvið at síggja snotuligu hølini. Øll starvsfólkini tóktust at vera sera væl nøgd við nýggja barnagarðin, og fólk sum heild vóru í góðum lag. Tað tykist, sum nógvir strandingar hava áhuga fyri barnagarðinum.
Borgarstjórin fegnast um nýggja barnagarðin. Hon staðfestir, at hann longu er fullur av børnum. Sostatt er tørvurin ikki stillaður langt fram í tíðina, um tørvurin gerst størri.
Les meira um hátíðarhaldið í blaðnum í morgin. Har hava vit eisini samrøðu við Malanu Thomsen, borgarstjóra.