Stórur áhugi fyri makrelinum

Áhoyraraplássini í Løgtinginum vóru fullsett í morgun, tá Tingið fór undir fyrstu viðgerð av uppskotið til býti av makrelinum. Ein partur av makrelinum er sum kunnugt longu býttur, men tey 90.000 tonsini, sum eftir eru, skulu ikki lutast út á skipini, men skulu bjóðast út fyri 25 oyru fyri kilo.

Og hvussu leikur fer er eftir øllum at døma áhugavert, tí áhoyraraplássini vóu fullsett, tá Løgtingið klokkan 11 í morgun fór undir viðgerðina.

Tað er greitt, at hóast semja er gjørd millum samgonguna og Tjóðveldi og Framsókn um, hvussu farast skal fram, so vóru bæði Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum og Katrin Dahl Jakobsen úr Javnaðarflokkinum ónøgd við gjørdu semjuna, sum ty søgdu seg ikki eiga part av.

Tí er eisini ivi sáddur um, hvussu bindandi gjørda semjan er.