Stórur áhugi fyri makreli

Í hesum døgum er tann stóra fiskivinnumessan European Seafood Exhibition í Bruxelles. Í fjør var Faroe Origin við fyri fyrstu ferð, og í ár er Varðin Pelagic eisini við. Varðin skrivar á heimasíðuni, at tað er sera stórur eftirspurningur eftir makreli, og at Varðin Pelagic hevur vitjandi inni á gólvinum alla tíðina.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, er í Bruxelles, og seinnapartin vitjaði hann føroyska básin á European Seafood Exhibition.

Messan hevur verið á hvørjum ári síðani tíðliga í nítiárunum, og tað er uttanríkisráðið, sum skipar fyri føroysku luttøkuni.