Stórur áhugi fyri Krasnik & Pundik

Áhugin er stórur, nú Herbert Pundik og Martin Krasnik vitja Havnina í kvøld.

Fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Politiken og sjónvarpsverturin eru ósamdir um nógv, og ættarliðsgjøgvin setir síni spor, tá teir hugleiða um heimspolitikk og persónlig viðurskifti.

Tá Herbert Pundik var 16 ára gamal, mátti hann flýggja undan týskum nazistum í Danmark. Hann stríddist á hermótinum, tá ið ísraelski staturin varð stovnaður í 1948. Og hann misti sín son, Uri, á hermótinum í Yom Kippur-krígnum í 1973. 85 ára gamli, fyrrverandi ábyrgdarblaðstjórin á Politiken hevur livað eitt spennandi lív. Hann hevur verið journalistur, altjóða korrespondentur kring allan heim, blaðstjóri og spiónur fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad – stundum samstundis.

Martin Krasnik umboðar eitt annað jødiskt ættarlið. Hvassi korrespondenturin fyri Weekendavísina og umstríddi sjónvarpsverturin á DR og TV2 telist millum fremstu uttanríkispolitisku viðmerkjarar í ríkinum.

Pundik og Krasnik hittast á almennum tiltaki á Hotel Føroyum klokkan 20 í kvøld. Tiltakið tekur støði í nýggju samtalubókini “Pundik & Krasnik og resten af verden”.

Áhugin fyri tiltakinum er stórum, tí nærum er útselt á Hotel Føroyum í kvøld, sigur Heini í Skorini, stigtakari.

Heini í Skorini vitjaði Rás2 fyrrapartin. Hoyr samrøðu her: