Stórur áhugi fyri Gareth Bale í Italia

Sambært umboðsmanninum hjá tí unga Tottenham-spælaranum, so er áhugin risastórur fyri Gareth Bale.

 

Peppino Tirri sigur, at bæði Inter, Juventus og AC Milan eru úti eftir tí unga walisaranum. Tey trý italsku stórfeløgini eru til reiðar at lata eina rættiliga stóra peningaupphædd fyri at fáa undirskriftina hjá Gareth Bale. Tó ætlar Juventus at ogna sær Gareth Bale í juni, meðan AC og Inter Milan kundu hugsað sær, at Gareth Bale skrivaði undir her í januar. Hetta sigur Peppino Tirri við heimasíðuna ilsussidiario.net.

 

AC Milan og Inter vísa sambært Peppino Tirri eisini áhuga, tí Gareth Bale hevur sjálvur sagt, at hann hevur eitt ynski um at spæla í Italia í framtíðini.

 

Tottenham fer tó at krevja eina so stóra upphædd fyri at lata Gareth Bale frá sær, at tað er ikki víst, at italsku stórfeløgini megna at útvega peningaupphæddina, sum skal til, fyri at ogna sær Gareth Bale.

 

Umboðsmaðurin staðfestir, at Real Madrid hevur eisini fingið eitt gott eyga til Bale, og at tað heldur ikki er óhugsandi, at teir eisini koma við einum boði.

 

Gareth Bale hevur higartil havt eitt frálíkt kappingarár við Tottenham, har fólk kring Europa serliga minnast hattrickið, sum hann skoraði ímóti Inter Milan í Champions League bólkaspælinum.