Um stutta tíð fara teir norsku myndugleikarnir at bjóða oljufeløgunum loyvi at leita eftir olju og gassi á nýggjum leiðum, og longu nú er greitt, at áhugin er serliga stórur fyri leiðum á djúpum vatni.
Norsk Hydro, Statoil og Shell siga, at tey ætla sær at liggja framvið, tá tað 18. útbjóðingarumfarið verður, og at tey hava serliga áhuga í at fáa leitingarøki á djúpum vatni úti fyri Miðnoregi. Statoil og Shell ætla sær at søkja um fleiri leitingarloyvi í felag, og kunningarstjórin hjá Statoil, Kristofer Hetland, sigur við NTB, at felagið fer at raðfesta Norskahavið og norska landgrunnin fremst tey næstu nógvu árini.
Eisini í Norsk Hydro verður sagt, at Norskahavið fer at hava ein týðandi lut í virkseminum hjá felagnum í komandi árum, og at felagið serliga fer at leggja seg eftir leiðunum á djúpum vatni.









