Tað var ein orduligur bummtúrur hjá NSÍ, sum í kvøld hevur vitjað EB/Streym í Streymnesi.
5-1 tapið er tað størsta, sum NSÍ hevur lagt rygg til í ár, og umframt einki stig og minus fýra mál, so hevur NSÍ eitt leikbann í viðførinum aftur á Skálafjørðinum. Miðverjin Jens Joensen sá gult fyri aðru ferð og harvið reytt kort stutt undan hálvleiki.
EB/Streymur legði seg á odda 4-0, áðrenn Árni Frederiksberg stutt undan hvíldini minkaði um munin. Eftir kiksaða afturlegging setti Leif Niclasen beinanvegin hol á fyri EB/Streym, og síðstu tíggju minuttirnar av 1. hálvleiki vórðu fýra mál skorað. Daniel Udsen umsetti brotsspark til mál og 2-0, miðvallarin Pætur Dam Jacobsen økti til 3-0 eftir retgurbólt, og vongverjin í høgru Gert Hansen økti við langskoti til 4-0, áðrenn NSÍ svaraði aftur.
Í 2. hálvleiki hevði EB/Streym vindin og rættuliga nógva regnið undan. Yvirmannaða heimaliðið hevði bóltin mesta partin av tíðini, men Jens Martin Knudsen, sum í 2. hálvleiki vardi NSÍ málið, hevði ikki so nógv at gera.
Einasta EB/Streyma málið í 2. hálvleiki skoraði Levi Hanssen, sum var miðframherji, eftir at Sorin Anghel var farin av vøllinum.
Hjá EB/Streymi var Arnbjørn Hansen á beinkinum alla tíðina, og hjá NSÍ vóru miðvallarin Jústinus R. Hansen og liðformaðurin Christian Høgni Jacobsen leikbannaðir.
Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur nú hevur 41 stig og harvið er eitt stig aftanfyri Víking og silvurplássið. Víkingur skal í morgin spæla á Sandi.
NSÍ er á fjórða plássi við 29 stigum - sjey stig frammanfyri HB, sum í morgin fer at vitja B68.
EB/Streymur-NSÍ 5-1 (4-1)
1-0: Leif Niclasen 8.
2-0: Daniel Udsen br 40.
3-0: Pætur Dam Jacobsen 45.
4-0: Gert Hansen 45.
4-1: Árni Frederiksberg 45.
5-1: Levi Hanssen 75.
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen (Poul G. Olsen, 78.), Levi Hanssen, Daniel Udsen (Arnar Dam, 68.) - Leif Niclasen, Sorin Anghel (Pauli G. Hansen, 46.), Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Egil á Bø
NSÍ: Andras Gango (Jens Martin Knudsen, 46.) - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar Hansen - Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Fritleif í Lambanum, Heðin á Lakjuni (Debes Danielsen, 60.), Mamuka (Helgi L. Petersen, 46.) - Klæmint A. Olsen
Gult kort: Heðin á Lakjuni, Jens Joensen, Jens Martin Knudsen
Reytt kort: Jens Joensen (tvey gul) 38.
Liðugt!
5-1
75 min.
5-1
Levi Hanssen hevur júst nú økt um heimaleiðsluna, so hon nú er 5-1. Talan var um gott uppspæl mitt fyri og stikkbólt fram um verjuna til Levi, sum var tryggur, tá ið hann sendi framvið Jens Martini Knudsen.
Tá ið Jens Joensen varð vístur av vølli í 1. hálvleiki, varð Helgi L. Petersen skiftur inn á NSÍ liðið, og hann er saman við Peturi Paula Mikkelsen miðverji.
60 min.
4-1
EB/Streymur hevur bóltin nógv størsta partin av tíðini, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar fyrsta korterið av 2. hálvleiki.
Eftir at Sorin Anghel er farin av vøllinum, er Levi Hanssen miðframherji, og Pauli G. Hansen er á verjukenda miðvallarplássinum hjá EB/Streymi.
50 min.
4-1
Hjá EB/Streymi kom Sorin Anghel ikki á vøllin eftir steðgin. Í hansara stað er Pauli G. Hansen komin inn.
Hjá NSÍ kom málverjin, Andras Gango, ikki á vøllin eftir steðgin. Í hansara stað er superveteranurin Jens Martin Knudsen komin í NSÍ málið. Okkara kelda við Margáir heldur, at Andras Gango fekk ein løst í 1. hálvleiki.
Vindurin er vaksin eitt sindur, og tað regnar meiri nú, enn tað gjørdi í 1. hálvleiki. EB/Streymur hevur vindin undan í 2. hálvleiki.
Hálvleikur
4-1!
Tað gongur skjótt við málskjótingini í Streymnesi. Í fyrsta NSÍ álopinum eftir 4-0 málið varð Árni Frederiksberg leysur, og hann setti bóltin framvið landsliðsmálverjanum, René Tórgarð, og í málið.
45 min
4-0
Bara lítla løtu eftir triðja málið økti EB/Streymur um leiðsluna, so hon nú er 4-0. Tað var vongverjin í høgru, Gert Hansen, sum við skoti úr 18 metra fjarstøðu setti bóltin í málið.
40 min.
3-0
Fimm minuttir undan hálvleiki bendir nógv á, at talan kann verða um skrædl, nú EB/Streymur er á veg ímóti fyrsta heimasigrinum ímóti NSÍ í trý ár.
Sjey minuttir undan steðginum hevur EB/Streymur økt um leiðsluna, so hon nú er 3-0. Málskjútti var Pætur Dam Jacobsen, sum lyfti bóltin upp um Andras Gango, eftir at NSÍ málverjin hevði hálvbjargað.
35 min.
2-0
Mótbrekkan hjá NSÍ er rættulig brøtt í kvøld. Eitt er, at EB/Streymur beinanvegin - ímóti nógva vindinum - legði seg á odda.
Hesa lítlu løtuna er støðan hjá EB/Streymi vorðin so nógv betri. NSÍ miðverjin, Jens Joensen, varð vístur av vølli, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð og harvið eisini sá reyða kortið. Og lítla løtu bríkslaði dómarin fyri brotssparki til EB/Streym. Fyrr í ár hevur EB/Streymur misnýtt fleiri brotsspørk, men hesa ferð var eingin slingur í valsinum, tá ið Daniel Udsen setti bóltin í málið.
25 min.
1-0
Vindurin órógvar rættuliga nógv, og støðan er framvegis 1-0 til heimaliðið.
NSÍ hevur fríska vindin undan í Streymnesi, men tað er heimaliðið, EB/Streymur, sum hevur lagt seg á odda.
Leif Niclasen sendi umvegis stólpan bóltin í málið eftir sjey minuttir.
NSÍ afturlegging kiksaði, og Levi Hanssen fekk fatur á bóltinum Hann spældi til Sorin Agnhel, sum royndi at fara framvið málverjanum. Bólturin støkk til Leif Niclasen, sum setti bóltin í málið.
EB/Streymur-NSÍ
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Daniel Udsen - Leif Niclasen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Petur Pauli Mikkelsen, Einar Hansen - Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Fritleif í Lambanum, Heðin á Lakjuni, Mamuka - Klæmint A. Olsen
NSÍ uppstillingin er ikki fullfíggjað enn. Tað verður hon um eina løtu!
---
Hjá EB/Streymi er toppskjúttin Arnbjørn Hansen á beinkinum. Hjá NSÍ eru Jústinus R. Hansen og Christian Høgni Jacobsen leikbannaðir.
Líkindini eru ikki góð at spæla fótbólt norðuri í Streymnesi í kvøld. Vindurin er nógvur fram í dalin, og tað regnar.
Eiler Rasmussen er dómari, og tað skilst á lagnum, at hann ætlar at byrja dystin, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at tørna út.
EB/Streymur hevur vitjan av NSÍ, og hetta er fyrsti dysturin í 20. umfari.










