Børn, sum eru sloppin á ganga í forskúla, eru betri fyri á nógvum økjum afturímóti børnum, sum ikki hava havt tann møguleikan.-
Tað sigur Randi Jacobsen, lærari í 1. flokki í Sankta Frans skúla, sum hevur forskúla, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.
- Børn, sum hava gingið í forskúla, eru nógv betur fyri enn tey, sum koma beint úr barnagarði. Bara tað, at tey hava lært at pakka eina bók niður í eina tasku, at tey duga at taka tað burtur úr, sum tey skulu brúka, og duga at leggja niður í aftur taskuna, tá ið tímin er liðugur.
- Tey duga betur at skipa seg á tí lítla plássinum, tey hava, og tað hevur nógv at siga og sparir ómetaliga nógva tíð hjá læraranum. Í einum fyrsta flokki, har børnini ikki hava gingið í forskúla, er tað rættiliga ruðuleikakent og rótut fyrsta hálva árið; tey vita ikki, hvørjar bøkur tey skulu hava ella taka fram úr taskuni.
Hon heldur, at børnini, sum hava gingið í forskúla, eru nógv meiri skúlabúgvin enn tey, sum ikki hava gingið í forskúla
- Í forskúlanum læra tey tað grundleggjandi at ganga í skúla, at handfara eina bók, at lýða eini boð og lurta. - Forskúlin hjálpir børnunum ótrúliga nógv at brynja tey fakliga til fyrsta flokk, hóast tey í skúlanum ikki sita og terpa. Hinvegin hava tey verið ígjøgnum tøl, lært at leggja saman.
Hon torir ikki at siga, at tey læra skjótari at rokna, lesa og skriva.
- Men tey fata í øllum førum skjótari boðini, sum verða givin, og tey hava eitt betri arbeiðslag, sigur Randi Jacobsen, sum heldur, at forskúlin neyðugur og avgjørt nakað, ið eigur at vera eitt tilboð til øll børn.