So skjótt fíggingin er klár, verður farið ígongd beinanvegin við útfylling og projektering. Eftir hetta fer sjálv byggingin í gongd.
Samgongan valdi at raðfesta eldraøkið høgt. Bráðfeingistørvurin í Norðoyggjum er 32 røktarheimspláss, so hesi 24 plássini gera góðan mun.
Samgongan valdi somuleiðis at arbeiða fyri at fáa fleiri almenn og støðug arbeiðspláss hendanvegin. Tá røktarheimið eftir ætlan stendur liðugt um uml. 3 ár verða uml. 35 nýggj støðug arbeiðspláss í kommununi og tað er at frøast um.
Byggingin av røktarheiminum gevur haraftrat nógv arbeiði í byggitíðini til arbeiðsmenn og handverkarar og kemur tað væl við í hesum tíðum.
Hetta er ein sera stórur dagur fyri Norðoyggjar, og eg eri sera glað og takksom fyri at landsstýriskvinnan í almannamálum Rósa Samuelsen valdi at raðfesta Klaksvíkar kommunu við 24 røktarheimsplássum.
Ætlaða røktarheimið er eitt av mínum hjartamálum.Og hevur hetta verið alt stríði vert, nú landsstýriskvinnan Rósa Samuelsen kunngjørdi, at hon hevði valt at raðfesta Klaksvíkar kommunu við 24 røktarheimsplássum.
Nógvar aðrar góðar kreftir hava somuleiðis lagt stórt arbeiði í hetta, og tað er eisini at fegnast um. Eisini stendur eitt samt býráð aftanfyri verkætlanina.











