Stórur altjóða áhugi er fyri Grønlandi

Síðan amerikanski forsetin, Donald Trump, segði seg vilja keypa Grønland, er altjóða áhugin fyri landinum nógv vaksin.

 

Altjóða áhugin fyri Grønlandi hevur helst ongantíð verið so stórur, sum eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, segði seg vera til reiðar at keypa Grønland. Áhugin kemur eisini til sjóndar, nú ráðstevnan Arctic Circle Assembly verður í Reykjavík, og formaðurin í grønlendska landstinginum skal halda setanarrøðu.

Arctic Circle Assembly byrjar í morgin, hósdagin og tey, sum skipa fyri, síggja stórt í, at tað júst verður Kim Kielsen, sum setir ráðstevnuna um Arktis.

- Eg eri ógvuliga fegin um ætlaðu aktivitetirnar, nú ráðstevnan verður, og vit serliga fara at hava fokus á, at Grønland er opið fyri íløgum og samstarvi. Vit fara at kunna um okkara átøk til framhaldandi at menna landið búskaparliga, sigur landsstýriskvinnan í uttanríkismálum í Grønlandi, Ane Lone Bagger, við www.sermitsiaq.ag

Umboðanin á Arctic Circle Assembly, fevnir bæði um politikarar, granskarar og ikki minst um umboð fyri vinnulív í londunum, sum eru við á ráðstevnuni, og tískil heldur landsstýriskvinnan, Ane Lone Bagger, at ráðstevnan er eitt gott høvi hjá Grønlandi at seta fokus á íløgur og samstarv.