Klokkan 21 leygarkvøldið verður stórt tónleikatiltak á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn við seks av Føroya áhugaverdu tónleikabólkum: Lady Fire, 3st, Oniontree, A-55, Collapse og Nin10do.
Indie-rockbólkurin Lady Fire vann GBOB´08. Manningin í Lady Fire telur m.a. Filip Mortensen, eisini kendur úr The Ghost, og Heina Niclasen, sum eisini er kendur úr Boys In A Band.
3st blivu nr. 3 á FM´08 og eru bidnir um at spæla á nýggja tónleikafestivalin Við Múrin í summar.
Oniontree spæla alternativan punk-rock og hava fyri tíð síðan spælt konsert á kenda spælistaðnum VEGA í Danmark.
A-55 er ein heldur ókendur bólkur enn, men sangarin í bólkinum er alt annað enn ókendur. Talan er um Ragnar Finnson, sum gjørdist nr. 3 í donsku sjónvarpssendingini TALENT 2008. Bólkurin spælir Punk tónleik so tað stendur á.
Collapse er ein bólkur úr Eysturoynni. Teir blivu nr. 2 á FM´08 við sínum progressiva metal-tónleiki.
Nin10do er eitt tað besta elektroniska tónleikanavnið vit hava í Føroyum í dag. Bólkurin er úr Gøtu og spælir eitt øðrvísi slag av elektroniskum tónleiki við eitt sindur av Indie í.
Raðfylgjan fyri konsertina:
Lady Fire
3st
Oniontree
A-55
Collapse
Nin10do
Kostnaður einans: 100 krónur