Ein stórdystur hevur brúk fyri einum stórum og flottum steypi, og soleiðis verður eisini sunnudagin, tá 91-liðið hjá KÍ fer at spæla ímóti dagsins KÍ-liði í serligum Norðoyastevnudysti.
Rás2 letur steypið til dystin, og á myndini síggjast tveir av vertunum á Rás2, Barbara Holm og Mirjam Pætursdóttir, við steypinum. Tær koma eisini til Klaksvíkar við steypinum sunnudagin.
Dysturin millum 91-liðið hjá KÍ og dagsins KÍ lið verður sunnudagin kl. 15.00.