Stórt skrædl á Argjum

Tað var einki at rafla um, tá ið Allan Mørkøre og B36 í kvøld vóru úti á Argjum.

Unga AB liðið sprellaði fyrstu løtuna, men tá ið hálvur tími var farin, og B36 hevði skorað tvær ferðir, var spurningurin bara, hvussu stórur B36 sigurin fór at verða.

Heimaliðið var sera lítið sannførandi í verjuspælinum, og AB megnaði ongantíð at seta gestirnar undir trýst.

Christian R. Mouritsen og miðvallar stríðsmaðurin Klæmint Matras skoraðu í 1. hálvleiki, og eftir steðgin vóru tað Róaldur Jacobsen, Jákup á Borg og Hjalgrím Elttør, sum syrgdu fyri málunum.

Stórsigurin ber við sær, at B36 framvegis hevur lítlan møguleika at røkka fjórða plássinum og harvið europeiskari luttøku næsta kappingarár.

Fyritreytirnar fyri at røkka fleiri stigum eru harðar. B36 skal báðu ferðirnar spæla í Gundadali, og mótstøðuliðini eru NSÍ og HB!

 

AB-B36 (0-5)

Dómari: Páll Augustinussen

0-1: Christian R. Mouritsen 23.

0-2: Klæmint Matras 30.

0-3: Róaldur Jacobsen 51.

0-4: Jákup á Borg 68.

0-5: Hjalgrím Elttør 77.

AB: Thomas Juul Thomsen - Jónas Stenberg,

Téhé Aristide, Teitur Jóanesarson, Yohan A. Borðoy -Ingvard Vang (Dan Petersen, 75.),

Gunnar H. Haraldsen, Evrard Ble, Jákup P. Dam (Mortan úr Hørg, 65.) - Nicolaj L. Eriksen - Tróndur Sigurðsson (Kenneth Jacobsen, 65.)

Gult kort: Téhé Aristide, Gunnar H. Haraldsen

B36: Magnus Poulsen - Jónas Þór Næs, Dmitrije Jankovic, Odmar Færø, Símun Joensen (Rúnar í Lon Jacobsen, 65.) - Christian R. Mouritsen (Høgni Eysturoy, 77.), Bárður Olsen, Klæmint Matras (Heini í Skorini, 75.), Róaldur Jacobsen, Hjalgrím Elttør - Jákup á Borg

Gult kort: eingin