BankNordik hevur gjørt av at rinda aftur lánsbrøv fyri 400 milliónir krónur, hóast evstamarkið er næsta ár.
Tað skrivar heimasíðan epn.dk.
BankNordik hevur stórt rakstraravlop, og tí er gjørligt at rinda lánsbrøv aftur. Eitt skuldarbræv á 250 milliónir krónur er afturgoldið, umframt at bankin hevur goldið aftur 150 milliónir krónur av einum samlaðum lánsbrævið á 250 milliónir krónur. Evstamarkið er í 2012.
Janus Petersen, forstjóri, og John Rajani, stjóri, eru ikki at hitta í dag. Teir eru á fundi í Danmark.