Nýggjárshaldið á Skála byrjar í annaðkvøld klokkan 22, tá gudstænasta verður í Skála kirkju við Símuni P. Jacobsen, presti.
Klokkan 23 verður kyndlagongd frá kirkjuni og niðan til ítróttarhøllina. Hálvan tíma seinni verður bál tendrað, og á midnátt verður stórt fýrverk.
Klokkan 00.30 verður farið inn í ítróttarhøllina, har borðreitt verður við suppu, kaffi, te og køkum.
Tað verður Zvonko Mrdalo, sum fer at halda nýggjársrøðu. Síðan verður felagssangur, føroyskur og enskur dansur.
- Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði gestir og bygdarfólk, verður sagt av Skála.










