HUGNAKVØLD
Seinastu vetrarnar hevur tað verið fastur táttur hjá Stuðulsfelagnum »Dragin« at skipa fyri einum hugnakvøldi í Skálanum. Undirtøkan hevur altíð verið sera góð, og tað er tíðiligt, - at tey tilkomnu eisini av og á treingja til at fara út og stuttleika sær - eins væl og tey ungu.
Leygarkvøldið 20. mars kl. 19 verður so hugnakvøldið, har skipað verður fyri borðhaldi við (heitum) mati, sangi og undirhaldi.
Borðhaldið verður frá kl. 19 - 22.30. Frá kl. 23 verður góður gamlamannadansur, har Flemming og vinmenn spæla.
Inntøkurnar frá tiltakinum fara allar til at stuðla Skúlsskipinum »Dragin«, har skúlaungdómurin lærir sjómansskap umborð um veturin, og eisini lærir at sigla við seglum um summarið.