Avtøkufelagið, sum hevur yvirtikið íslendska Landsbankan, fyrireikar seg til at reisa stórt endurgjaldskrav ímóti teimum gomlu eigarunum og teirri gomlu leiðsluni í bankanum. Tað sigur íslendska sjónvarpið Støð 2.
Landsbankin er tann triði íslendski bankin, sum verður endavendur. Hinir báðir eru Kaupting og Glitnir.
Landsbankin er kanska best kendur í sambandi við internetbankan Icesave, sum hann átti. Icesave fór av knóranum í bankaskrædlinum, og tað fekk Bretland og Niðurlond at krevja næstan 30 milliardir danskar krónur frá íslendska ríkinum sum endurgjald fyri tað, sum bretsk og niðurlendsk viðskiftafólk hjá bankanum mistu.
Sambært Støð 2 arbeiðir avtøkufelagið við einum endurgjaldskravi, sum er 11 milliardir danskar krónur, og harumframt roynir felagið at ógilda sáttmálar hjá gamla Landsbankanum fyri góðar fýra milliardir krónur.









