SIÐSØGA
Líka frá landnáminum og langt inn í tjúgundu øld hevur torvið verið eitt afturvendandi stórarbeiði á hvørjum ári hjá forfedrum okkara, tí neyvan hevði nakar kunnað búsett seg her í oyggjunum, var ikki lív á grúgvuni. Tí hevur torvarbeiðið eisini í øldir verið ein sera týdningarmikil táttur í arbeiðsmentan føroyinga.
Av hesum sama hevur torv og torvarbeiði við øllum, sum loðar upp við tað, tí eisini verið ein virðismikil og sera spennandi partur av allari bygdamentanini, ið enn livdi á mannamunni, og sum eisini bar til at eygbera, nema og granska.
Tað er um alla hesa hugvekjandi og virðismiklu mentan, bókaverkið hjá Petur Jacobi Sigvardsen er skrivað á einum leikandi lættum og livandi máli í 10 fjøltáttaðum og sera spennandi høvuðspørtum, ið fevna um 90 kapitlar við umleið 500 ymiskum evnum, sum fest eru á blað.
Innihaldið í bókaverkinum er grundað á eitt stórt og fjølbroytt skjalatilfar úr bløðum, bókum og savnindum úr ymsum skjalagoymslum, og tað er savnað og skipað í eitt skilvíst tíðarhøpi, so til ber hjá lesarunum at eygbera alla torv- og siðsøgu okkara líka úr langeldinum og til endalykt hennara væl inni í 20. øld.
Umframt 200 heimildarfólk hevur rithøvundurin eisini í 20 ár havt bandaðar samrøður við 120 føroyingar kring landið, og eru tað ikki minst hesar mongu frásagnirnar av mannamunni – ikki bert um torv og torvarbeiði, men eisini um mangt og hvat annað, ið teimum var fyri á heiðini og aðrastaðni, sum gera hesa bókarøð so sjáldsama spennandi og áhugaverda at lesa.
Dentur er lagdur á at myndprýða bøkurnar við umleið 700 myndum, sum bæði eru svart/hvítar og í litum, og saman við frálíkum tekningum, strikumyndum, kortum o. ø. er hetta tí eitt hendinga bókaverk, sum vert er at ogna sær.
- Av tí at útgávan er hampiliga væl stuðlað fíggjarliga, skal hesin stuðul eisini koma keyparunum til góðar, sigur høvudin. Tí er avgjørt at selja alt bókaverkið fyri bert 1180 krónur og sostatt lata 40% av tí veruliga søluprísinum í avsláttri til teirra, sum tekna seg fyri verkið á bíleggingarseðili, sum verður borin í hvørt hús. Í bókabúðunum verður verkið væl dýrari.