Stórt at gerast steypavinnari (FM1)

(FM1) Kristina Mouritsen hjá SÍ og Katrin Petersen hjá Fleyr vitjaðu SportBoxina á FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við Kristinu Mouritsen hjá SÍ og Katrin Petersen hjá Fleyr í SportBoxini seinnapartin í dag.

 

Tey flogbóltskønu vænta eina javnari finalu hjá kvinnunum enn hjá monnunum. Tað eru Kristina Mouritsen og Katrin Petersen samdar í, at tað kann gerast talan um júst tað, men báðar eru hvør í sínum lagi vísar í, at tær kunnu draga sigurin heim.

 

Katrin Petersen hevur vunnið steypafinaluna í meistaradeildini áður, og Kristina Mouritsen hevur vunnið v roynt tað í meistaradeildini og í teimum yngru deildunum. Tað er stórt at vinna steypakappingina, og tað vilja tær gera alt fyri skal eydnast fyri teirra lið í finaluni leygardagin klokkan 16.