Størstur av hesum er kærleikin

Eyðun av Reyni hevur prýtt Kærleikskúluna 2016.

 

Listin er einføld í ár í mun til onnur ár. Tríggir ferningar á kúluni í reyðum, bláum og grønum liti. 

- Myndirnar ímynda himmalin, vónina og kærleikan og eru ein arvur frá aldargomlu kristnu mentanini og bera í sær stóra styrki. "Men størstur av hesum er kærleikin, ið gevur frælsi at liva lívið - tengt at ábyrgd og skyldu mótvegis medmenniskjum okkara. Hjálpsemi mótvegis øðrum sameinir fólk kring heimin og skapar ringar í vatninum. Tað finst óendalig styrki í hjálpsemi móti øðrum. Tað sambindir okkum menniskju og setur spor. Vælvild og hjálpsemi eru kærleiki. Góðgerðin í heiminum móti medmenniskjum í neyð broytir nútíðina og skapar eina vón fyri framtíðina, segði Eyðun av Reyni, tá hann legði fram kærleikskúluna í ár.

 

Uppgávuna fekk hann tillutaða í mars mánað, og um ein mánað seinni hevði hann greitt fyri sær, hvat hann ynskti at gera.

- Eg gjørdi nógvar skitsur at byrja við, men lendi at enda á hesum einfaldu útgávuni, sigur hann.

 

Eyðun av Reyni greiðir frá, at hann legði seg eftir at finna røttu litirnar frá byrjan.

- Litirnir fáa okkum at minnast ávíst, vit seta ávís ting í samband við ávísar litir. Litirnir hava eisini ymiskan symbolskan týdning og sami litur kann merkja ymisk ting. Reyði liturin ímyndar kærleika, men vit tosa jú eisini um at fara upp í reyða feltið, sum merkir nakað heilt annað. Tí mátti eg eisini brúka tíð til at avgera, hvat ymisku litirnir ímynda á kúluni, sigur hann.