Tórshavnar kommuna skipaði í gjárkvøldið fyri einum umhvørvistiltaki í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Havn sum ein partur av umhvørvisvikuni. Tiltakið byrjaði við fýra stuttfilmum, sum tveir framhaldsskúlaflokkar høvdu gjørt til endamálið í samstarvi við Ikon og Klippfisk. Tey ungu høvdu fingið loyvi at filma í ein dag og fingu síðani tveir dagar at klippa og redigera. Filmarnir eydnaðust sera væl. Ruskløgreglan fangaði fólk, ið tveitti rusk á gøtuna.
– Tak teg saman, og – Ger tín part, var millum annað sagt í filmunum. Moralurin var greiður, og boðskapurin kom fram. Filmarnir vístu, hvussu hvør einstakur borgari kann vera við til at verja umhvørvið. Filmarnir eydnaðust sera væl.
Jesper Theilgaard helt fyrilestur um CO2-útlátið kring allan heimin, og hvussu útlátið m. a. ávirkar Føroyar. Jesper Theilgaard er veðurmaður á Danmarks Radio, men hevur eisini starvast í Føroyum, tá ið hann var á flogvøllinum vesturi í Vágunum í 1979. Føroyar eru tískil ikki heilt ókendar fyri hann. Jesper Theilgaard greiddi frá, hvussu CO2-útlátið kann ávirka Føroyar.
- Størstu veðurlagsbroytingar vera ikki at merkja í Føroyum, so leingi Golfstreymurin enn drívur um Føroyar, greiðir hann frá.
- Djúpri lágtrýst og hægri vindmegi fara vit tó at merkja um eystara partin av Atlantshavinum.
Størsti trupulleikin hjá Norðurlondum verður, um allur ísurin á Norðpólinum bráðnar. 1½ millión fermetrar av ísinum á Norðpólinum bráðnaði á sumri í 2007. Ísurin er tó komin aftur í vetur, men Jesper Theilgaard greiðir frá, at hesin ísurin er nýggjur og bráðnar tískil lættari enn gamal ísur. Júst hetta vísir, hvussu viðbrekið umhvørvið er, og hvørjir vandar vit liva við, um vit ikki eru tilvitað um, hvussu vit fara við okkara umhvørvið.
Jesper Theilgaard greiddi frá teimum ymisku ástøðunum um orsøkina til Global Warming, sum eru komnar seinastu árini.
– Tó eri eg vísur í, at CO2-útlátið hevur størstu ávirkanina, sigur hann.
Annika Berg er verkætlanarleiðari á umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu og fyriskipari av umhvørvisvikuni. Hettar er triðja árið, tiltakið er fyriskipað. CO2-útlat er evnið á umhvørvisvikuni í ár. Endamálið er at kunna føroyingum um veðurlagsstøðuna og greiða teimum frá, hvussu tey kunnu hjálpa at skerja CO2-útlátið.
– Politikarar tosa málið hjá fólkinum, og tosar fólkið við atliti til umhvørvið, so gera teir tað eisini, sigur Annika Berg.
---
CO2-útlát:
Orkuútgerð: 25,9 %
Flutningur: 13.1 %
Ídnaður: 19.4%
Landbúnaður: 13,5%
Burturbeining: 2,8%
Skógbúnaður: 17,4%
Veðurloftið:
Køvievni: 78%
Súrevni: 21%
Annað: 1%