Størsti revur nakrantíð fangaður í Bretlandi

Ein revur, sum verður mettur sum størsti revur nakrantíð í Bretlandi, er fangaður og avlívaður eftir at hann eftir øllum at døma hevði etið eina kettu hjá einari familju. Stóri revurin var tvífalt so stórur sum ein vanligur revur, og var ein metur og 20 langur, tað sama sum eitt vanligt sjey ára gamalt barn.

Revurin varð fangaður annan jóladag av djóralæknanum Keith Talbot, sum hevði lagt eina fótfellu, meðan hann helt jól hjá foreldrunum í Maidstone í Kent.

Stóri revurinførir nú til ótta fyri, at revarnir kunnu gerast størri og tyngri, eftirsum teir hava lætt við at koma framat burturtveittum mati í útjaðaranum av býunum.

Illgruni er um, at revuin hevur fangað og etið kettuna hjá familjuni.

- Kettan lá á máttuni tá foreldrini fóru til songs og hoyrdu nakað av rumbli. Seinni sóu tey ein rev fara oman eftir vegnum til húsini, men hugsaðu einki meira um tað. Men um morgunin var pelsur og bitan av kettuni sløgg runt, sigur Keith Talbot.

Djóralæknin endaði við at fanga tveir revar eftir at hava sett fellur upp. Báðir revarnir vórðu tiknir av døgum á humanan hátt, skrivar Sky News.