Størsti listafestivalur í Norðurlondum verður í Føroyum

Norðurlandahúsið er farið undir nýtt samstarv við Festspillene i Bergen og fer at vísa eitt úrval av tiltøkum bæði beinleiðis á stórskíggja í Norðurlandahúsinum og ígjøgnum heimasíðuna

Festspillene i Bergen er størsti festivalur av sínum slag í Norðurlondum, og er altjóða viðurkendur fyri sítt virksemi innan tónleik, opera, dans og sjónleik.

Hvørt ár bjóða tey eina imponerandi skrá av framførslum og listafólki, og m.a. hevur okkara egna Eivør spælt á festivalinum.

Vegna COVID-19 kundi festivalurin ikki fara fram, sum ætlað í ár, men í staðin hava tey lagt nógva orku í at skapa ein online festival, har góðskan er í hásæti.

Flestu tiltøkini eru beinleiðis stroymd, men summi eru upptøkur frá farnum festivalum.

Norðurlandahúsið, sum hevur samstarva við Festspillene i Bergen fyrr, hevur valt eina skrá av fjølbroyttum tiltøkum út, sum verða víst antin ígjøgnum talglda pallina Heimabitan ella beinleiðis á stórskíggja í húsinum.

##med2##

Á skránni eru fleiri nøvn, sum føroyingar kenna væl: Moddi, Bjørn Tomren (frá PolkaBjørn og KleineHeine), Víkingur Ólafsson, Marja Mortensson o.m.o.

Tiltøkini, sum Norðurlandahúsið hevur valt út, fevna um alt frá orðaskifti til symfoniorkesturkonsertir, frá barnasjónleiki til talgildar installatiónir. 

Festspillene i Bergen er í døgunum 20. mai – 3. juni.

##med3##

##med4##