Tónleikur
Karmarnir eru settir upp, soleiðis at talan í ár verður um størsta SummarFestivalin nakrantíð. Sær sjálvum líkt, so hava fyrireikararnir aftur í ár víðkað um konseptið, og nú tað av álvara stundar til, er tað ein sera spentur Steintór Rasmussen, sum fæst við at leggja seinastu lutirnar til rættis.
-Festivalurin í ár verður tann mest fjølbroytti og drúgvasti festivalurin, sum vit hava fyriskipað. Summar Festivalurin er ein heildaruppliving fyri alla familjuna, og hesaferð verður tónleikur og undirhald á fýra pallum í tríggjar dagar.
- Fyri fyrstu ferð hava vit framførslur á stóra pallinum allar tríggjar dagarnar, og skráin er bæði spennandi og innbjóðandi. Silvalandið fær sín egna pall, verður betrað enn meira og hevur longri opið, so okkara smáu gestir fáa enn meira burtur úr festivalinum, sigur Steintór Rasmussen.
Fjølbroytni
Og skráin er veruliga fjølbroytt. Eins og í fjør, so verður futtur settur í longu hóskvøldið, og síðani verður sungið, dansa og rockað trý kvøld á rað.
- Vit hava nógv spennandi á skránni í ár. Vit hava modernaðan popp frá Alphabeat, heimsstjørnan úr Spice Girls, Melanie C, fer at syngja, slagarabólkurin fram um allar aðrar, Smokie, fer at spæla til sanna fólkaveitslu, og so eru vit eisini sera fegin um at hava stóra poetin Kára P við á festivalinum fyri fyrstu ferð.
- Vit hava eisini givið føroyskum bólkum, sum standa seg herheima og í útlandinum, gott pláss í skránni, tí tað hava teir uppiborið, og fólk vilja eisini hava góðan føroyskan tónleik. The Dreams og The Ghost, sum spæla nógv í útlandinum, eru millum føroysku bólkarnar, sigur Steintór Rasmussen.
Fegnast um undirtøkuna
Fleiri av hinum festivalunum komu í fjør í trupulleikar, og tað hevur við sær,at festival-summarið ikki verður eins rúgvusmikið í ár, sum tað hevur verið. Um tað er hetta, sum ger seg galdandi, vil Steintór Rasmussen ikki siga, men hann staðfestir, at tey lata væl at áhuganum, sum aftur í ár verður sýndur fyri SummarFestivalinum.
- Undanfarnu festivalar hava verið góðir, og vit merkja framvegis sera stóran áhuga fyri festivalinum. Vit rokna við sera nógvum fólkum í ár, og tað verður gjørt nógv burtur úr tjalding, bátaplássi og umstøðum hjá húsvognum, sigur hann.










