Størsta upplivingin var at vitja Ísrael

- Tað keðiliga er, at eg og fólk sum heild eru so trek at fylgja Guðs vilja, sigur sjómanstrúboðarin.

Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, helt gamlaárskvøld í gjár saman við familjuni á Nesi, har tey búgva.

 

Men, sjómanstrúboðarin er ikki ein av teimum, sum brúkar pengarnar upp á fýrverk, tí sjálvur sigur hann, at hann hevur ikki keypt fýrverk í fleiri ár.  

 

Hvat var so besta upplivingin - størsta hendingin - hjá Torleifi í 2017?

 

- Størsta upplivingin í árinum, sum nú er farið, var, tá vit sum familja vitjaðu í Ísrael seinasta summar.

 

Um tað keðiligasta í farna ári, sigur sjómanstrúboðarin er, at hann og fólk sum heild eru so trek at fylgja Guðs vilja.

 

Torleif Johannesen hevur ikki sett sær nakað serstakt fyri í 2018 - ikki enn, sum hann tekur til, men hann vísir á, at Føroyska Sjómansmissiónin fyllir 100 ár í 2018.

 

- So, árið 2018 verður eitt spennandi ár, sigur sjómanstrúboðarin, sum brúkar nógv tíð upp á at vitja umborð á skip - bæði føroysk og útlendsk - við ymiskum kristiligum tilfari í skjáttuni.