Størsta uppgávan fyri framman

Julian Hansen var hampuliga væl nøgdir um fyrsta dystin sum HB-venjari, men hann ásannaði, at størri uppgávur enn hendan liggja beint fyri framman

HB-venjarin

Eftir at hann í einar tíggju dagar hevði koyrt á spælararnar undir venjing, var tað álvari hjá Julian Hansen sunnudagin, tá HB tók ímóti GÍ.
Tað var ein uppgávu, sum tey flestu roknaðu við, skuldi bera til at loysa, og við einum 4-1 sigri varð kravið í so máta eisini uppfylt.
- Jú, tað gekk rímiliga væl, men tað var nú heldur ikki tann truplasta uppgávan, sum vit høvdu hesaferð. Longu komandi vikuskifti eitur mótstøðuliðið Skála, og tó at eg ikki havi sæð teir spælt, so ljóða teir sum eitt sera sterkt lið. Og stigatalvan staðfestir eisini, at hetta er ein sera týðandi dystur, heldur Julian.

Hyggur ikki at navnabrævinum
Tosið millum HB-viðhaldsfólkini eftir dystin snaraði seg nógv um, at fleiri av ungu monnunum høvdu fingið møguleikan í dystinum. Ein veruleiki, sum Julian kanska ásannaði, men hann staðfesti, at hetta so avgjørt varð gjørt tilvitað á tann hátt, at hann heldur vil nýta yngru kreftirnar á liðnum.
- Eg gjørdi alt fyri eitt greitt, at eg hugsi hvørki um nøvn ella aldur, tá eg seti liðið. Tað verður bara sett út frá tí, sum eg haldi tænir heildini.
Er tað ikki eisini ein fyrimunur hjá einum nýggjum venjara. Hetta at tú ikki skalt taka atlit til at alt ov nógvar lutir í so máta?
- Tað kann gott vera. Í øllum førum havi eg ikki á sama hátt nakrar meiningar um hvønn einstakan spælara, sum ein venjari annars hevur, tá hann hevur verið leingi í einum felag. Sjálvandi eru einstakir spælarar, sum fáa meira kreditt enn aðrir, men sum heild havi eg kanska tann fyrimunin í løtuni.
Um uppstillingina, sum HB spældi hesa ferð - eina framrættaða 4-3-3 - sigur nýggi venjarin, at hetta so als ikki er nakað, sum hann hevur læst seg fastan á.
- Nú fáa vit at síggja. Enn havi eg ikki sæð Skála spælt. Men sum eg havi skilt tað, so spæla teir skjótan fótbólt. Serliga í kontra-fasuni, og so mugu vit finna útav, hvussu vit stilla upp mótvegis tí.

Meistarin og lærlingurin
Júst dysturin móti Skála kann á ein hátt nevnast sum dysturin hjá lærlinginum móti meistaranum. Johan Nielsen var venjari hjá HB nógv tey flestu av árunum hjá Julian í felagnum. Hann var eisini maðurin, sum skúlaði Julian til tann í Føroyum so heimskenda leiklutin sum álopsbakkur, og yvir høvur tykist uppgávan eisini vera nakað, sum Julian gleðir seg til.
Johan er í øllum førum ein framúr dugnaligur venjari, sum kennir hvønn tann einasta spælara í landinum. Eg havi eisini tosað nógv við hann seinastu tíðina, og tað er einki at ivast í, at eg gleði meg til uppgávuna. Ikki minst á teknibrettinum, har hann sjálvandi kennir meg og tað, sum eg standi fyri. Men hinvegin kenni eg eisini hann. So fáa vit at síggja, hvussu støðan verður. Tí eitt er teori, men tað er so í praksis, at alt verður avgjørt, heldur hann.
Julian sigur annars, at tað sum so er avmarkað, hvussu hann hevur sett sítt merki á spælarahópin.
- Sjálvandi havi eg míni hugskot, men tá tíðin er so avmarkað, so kanst tú ikki kollvelta øllum. Heldur havi eg valt at royna at læra meg so nógv um hvønn einstakan spælara sum gjørligt. Vita, hvussu teir reagera í givnum støðum, soleiðis at eg á tann hátt kann gera mína egnu fatan. Eg havi so eisini nøkur ting, sum eg havi roynt at potað inn í venjingina, men yvir høvur ræður tað hesar vikurnar um at fáa tað besta fram í einstøku spælarunum. Og so mugu vit bara vóna, at tað røkkur, sigur Julian Hansen at enda.