Ein ætlan, sum hevur 25 ár á baki, er innkomuvegurin til Havnina, sum sanniliga er ein týdningarmikil vegateinur, tí ferðsluteljingar og -kanningar vísa, at ikki færri enn 11.000 bilar koyra inn í Havnina hvønn einasta dag. Her er trýstið sera stórt, samstundis sum bíðað hevur verið leingi eftir einari loysn, ið ikki bara loysir akutta tørvin nú, men eisini inn í framtíðina.
Landsverk hevur arbeitt við sínum egna uppskotið til vegaloysn. Men Tórshavnar kommuna hevur síni ynskir og krøv til innkomuvegin, har neyðug atlit verða tikin til býarskipan, býarvøkstur, ferðslutrygd o.s.fr. Men tíverri hevur Tórshavnar kommuna sum byggimyndugleiki verið hildin uttan fyri arbeiðið hjá Landsverk, hóast tað sjálvsagt er hjá kommununi, at størsta vitanin um hesi viðurskifti liggur. Okkara býráð og okkara fakkunnleiki hava bjóða seg fram og hava biðið um dialog, men verða tíverri ikki eftirspurd.
Størsti trupulleikin
Øll kunnu vera samd um, at málið viðvíkjandi ferðsluni ígjøgnum Leirvík, síðani Norðoyatunnilin kom, ikki er handfarið serliga heppið. Men hetta er ikki einasta mál av hesum slagnum, tí støðan við innkomuvegnum til Havnina er júst tann sama – men bara verri!
Munurin er tann, at longu í dag er minst fýra ferðir so nógv ferðsla eftir Hvítanesvegnum, sum ígjøgnum Leirvík. Ikki skal nógv høvuðrokning til at fata, at innkomuvegurin til høvuðsstaðin sanniliga eisini er eitt stórt og átroðkandi mál.
Hóast landið og Landsverk hava sovið oman á hesum máli í áravís, er tað at fegnast um, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, ikki bara torir at taka málið fram, men at hon eisini torir at vísa á, at raðfestingar á vega- og ferðsluøkinum eisini fevna um nýggja innkomuvegin til Havnina, so ferðslan higar kann leiðast út um bygt øki, eins og gjørt verður aðrastaðni.
Serliga er at fegnast um, at landsstýriskvinnan ásannar, at hesin vegur er størsti ferðslutrupulleiki í Føroyum, tí alt ov ofta hevur landið heldur valt at hugt hinvegin, tá talan hevur verið um mál, ið viðvíkja høvuðsstaðnum. Men veruleikin er, at vit ikki kunnu bíða leingi aftrat.
Fingið eyguni upp
Javnan verður ætlanin um Skálafjarðartunnilin blandað upp í málið um innkomuvegin til Havnina, og tí kunnu skjótt henda misskiljingar. Veruleikin er, at ætlanin um innkomuvegin er nógv eldri enn ætlanin um Skálafjarðartunnilin, sum tí ikki er annað enn ein ferðsluæðr aftrat hendavegin. Nýggjur innkomuvegur er bráðneyðugur, óansæð hvat hendir við Skálafjarðartunlinum!
At seta innkomuvegin til Havnar upp ímóti øðrum ætlanum kring landið, gevur onga meining, tí her tosa vit altso um nógv tann størsta ferðslutrupulleikan av øllum. Sjálvandi skulu smærri trupulleikar eisini loysast, men tað ber ikki til at blíva við at bíða við einari loysn, bara tí talan er um ein trupulleika í Havn. Hann verður ikki minni við árunum og krevur eina loysn nú!
Tað er upp á tíðina, at hetta mál verður tikið í álvara og at nakað verður gjørt við tað. Tí fegnast vit um, at endiliga sær út til, at landsstýri og løgting hava fingið eyguni upp fyri, hvussu týdningarmikið tað er at loysa málið, tí tað krevur veruliga eina uppraðfesting, ið ikki kann bíða longur.
Havnin er eisini ein partur av Føroyum, sjálvt um tað ikki tykist vera hugsanin hjá øllum. Hetta mál hevur ligið nóg leingi í skuffunum, so nú krevst handling! Hetta er greitt størsti ferðslutrupulleikin, landið hevur at taka sær av, so vit síggja fram til, at innkomuvegurin til Havnina umsíður verður raðfestur so frammarlaga, at málið endaliga verður loyst nú. Her kann ikki bíðast longur!