Størsta legatið verður latið

Landsins størsta legat, Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, verður latið fríggjadagin

Gávugóðs

Fríggjadagin 11. februar klokkan 10. verður gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin, sum ber navn hansara. Endamálið hjá grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving.
Nevndin í grunninum er mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, sum formanni, formanninum í LISA og formanninum í Føroya Lærarafelag. Tey eru í løtuni Jóan Pauli Joensen, Jenny C. Petersen og Jóhannes Eli Iversen.
Gávuðgóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001. Tá fekk listakvinnan Rannvá Kunoy 60.000 krónur úr grunninum. Í 2002 fingu 3 listafólk gávu úr grunninum. Trombone spælarin Andrass Olsen fekk 60.000 krónur, filmsleikstjórin Teitur Árnason og rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen fingu hvør sínar 25.000. krónur. Í 2003 fekk tónleikarin og tónaskaldið Tróndur Bogason 60.000 krónur. Í fjør fingu trý ung listafólk gávugóðs, tey vóru Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari, og Eivør Pálsdóttir, songkvinna, tey fingu 25.000 kr. í part.
Handanin, sum er almenn, verður á Setursskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum