Bjarti Mohr, Býráslimur, Fólkaflokkurin
Tórshavnar Kommuna er størsta arbeiðspláss í landinum.
Fyri komandi fíggjarár 2005 eru út við 100 mió.kr. settar av til íløgur. Hesar íløgur fevna um ymisk arbeiði ið skulu gerast, líka frá bryggjuni til ellis- og røktarheim og skúlar vi? meira. Vanliga kan ein siga at ringvirkningarnir av einum arbeiði eru tríggjar ferðir støddina á arbeiðinum. Tvs. Um vit gera íløgur fyri 100 mió.kr. so vera ringvirkningarnir uml.300 mió. kr. Hetta verður seg lønir, skattir, avgjøld, tilfar, tænastur og keypiorka í samband við tey projektir sum skulu setast í verk. Hesar íløgur koma at virka uppbyggjandi fyri allan búskapin í miðstaðarøkinum.
Tórshavnar Kommuna minnir um Amerika hvar fólk úr øllum ættum savnast fyri at liva og virka saman. Tórshavnar Kommuna er í tí góðu støðu at vit kunnu varveita arbeiðsplássini og skapa enn fleiri, hóast niðurgongd í samfelagnum sum heild..
Fólkaflokkurin vil í verki leiða kommununa á ein sunnan búskap, hvar allir borgarar, ung og eldri, hava eina góða og sterka kommunu at liva í.