Størsta arbeiðsloysi síðan mai 2005

1.039 fólk vóru fulltíðararbeiðsleys í juli. Tað er størsta arbeiðsloysi, ið verði hevur síðstu fýra árini. Í mai mánað 2005 vóru 1.044 arbeiðsleys.

Arbeiðsloysið í juli 2009 var 3,7 prosent, hetta er ein vøkstur upp á 0,3 prosent stig síðan mai mánað tá arbeiðsloysisprosentið var 3,4. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið í juli var 3,9 prosent.

Av teimum 1,039 fulltíðararbeiðsleysu í juli í ár, vóru 603 mannfólk og 435 konufólk.

Minsta arbeiðsloysi, ið hevur verið síðan arbeiðsloysisskipanin byrjaði, var í juni mánað í fjør, tá talið av fulltíðararbeiðsleysum var 318 fólk, og arbeiðsloysisprosentið var 1,1. Síðan tá er arbeiðsloysið reiðiliga trýfaldað. Talið av fultíðararbeiðsleysum mannfólkum er vaksið 4,6 ferðir úr 131 upp í 603, og talið av konufólki er vaksið 2,3 ferðir úr 187 upp í 435, skrivar Hagstovan.