Enn ein stór byggiverkætlan í Havn varð í dag løgd fram fyri almenningin. Tað eru teir báðir Jógvan Joensen og Jógvan Hugo Hansen, ið standa aftanfyri verkætlanina, sum hevur verið í umbúna seinastu tvey árini.
Verkætlanin er í veruleikanum ein heildarætlan fyri miðbýin í Havn. Hon inniber, at byggja úteftir havnalagnum frá Bursatanga og heilt út á Skansabryggjuna. Talan er í stuttum um 350 íbúðir, 2200 skrivstovupláss, 12000 fermetrar til handlar, hotell við 250 kømunum, konsert- og ráðstevnuhølir við plássi til 4000 fólk og 2100 parkeringsbásar.
Hetta er fyrsta stigið til eina heildarætlan fyri innara miðbýin millum Skansan, Viðarlundina og Sandágerð.
Umsókn latin
P/F Havnar Bryggja, ið partafelagið handan ætlanina eitur, hevur í dag latið eina umsókn um byggiloyvi inn til Tórshavnar Kommunu.
- Vit hava arbeitt við hesari ætlanini í tvey ár, og nú halda vit, at tíðin er búgvin til eitt alment kjak um verkætlanina. Vit hava latið kommununi eina umsókn, og tí er málið nú politiskt, sigur Jógvan Joensen.
Hann greiður frá, at felagið hevur havt samskift við almennar myndugleikar um verkætlanina, og teir hava góðar vónir um eina positiva viðgerð frá kommunalu umsitingini og politisku skipanini.
- Vit vilja gjarna lyfta miðbýin upp á eitt altjóða støði við íbúðar-, vinnu- og trivnaðarmøguleikum og blása nýtt lív í havnalagið, greiðir Jógvan Joensen frá.
Ætlanin er at skapa eitt umhvørvi framvið bryggjukantinum við øllum hentleikum, sum vit kenna frá havnaløgum í øðrum býum. Økið fer at kunna hýsa 7.500 fólkum í senn.
Fígging
Kostnaðurin fyri hesa verkætlanina er í milliardaklassanum, og tí er greitt, at sterkir fíggjarligir íleggjarar mugu vera knýttir at ætlanini, fyri at hon ikki skal kvalast í føðingini.
Fyrireikararnir greiða frá, at kostnaðurin fyri hvørt byggistig liggur ímillum 150 og 300 milliónir krónur, og talan er um eini 10-15 byggistig alt eftir hvussu verkætlanin meira ítøkiliga fer at síggja út.
Tann stóri spurningurin er tí, um felagið hevur tryggjað sær fígging, og hvussu realistisk verkætlanin er. Føroyingar hava seinastu árini hoyrt um fleiri verkætlanir í hundrað millióna klassanum. Verkætlanin í Stórutjørn hevur havt fleiri byrjunartrupulleikar, og verkætlanin uppi við Miðlon er eftir øllum at døma enn á tekniborðinum.
- Vit hava fingið allar tær fíggjarligu tilsagnir, sum vit hava tørv á til at fara undir verkætlanina, og tí er hendan ætlanin sera realistisk, sigur Jógvan Joensen.
Hann vil tó ikki siga nágreiniliga, hvørjar íleggjarar talan er um.
P/F Havnar Bryggja er eitt føroyskt felag við føroyskum og útlendskum íleggjarum, og Jógvan Joensen sigur, at felagið hevur tryggjað sær fígging til øll byggistigini í verkætlanini.
Nú skal umsóknin so viðgerast í býráðnum, men hendan ætlanin er ikki ókend hjá politikarum í Tórshavnar Býráð. Fyrsta framløgan var longu fyri einum ári síðani, men nú er ætlanin meira ítøkilig og búgvin til politiska viðgerð.
Sí fleiri myndir á portalinum www.portal.fo
------
Fakta um verkætlanina
350 Íbúðir á 100 m2 + 5000 m2 felags
Skrivstovur og almenn hølir. 55.000 m2, umleið 2.200
skrivstovupláss.
Handlar 12.000 m2
Hotell við 250 kømurum. 23.000 m2
Konsert- og ráðstevnuhølir upp til 4.000 fólk. 10.000 m2
2100 Bilaparkeringsbásar. 52.000 m2
Bryggjan fer at hýsa upp til 7.500 fólkum í senn