Størri vegakerv setur nýggj krøv

Um ikki so nógv ár verður samferðslumynstrið í stórum parti av landinum fullkomiliga broytt.

Samferðslumentan


Tá tunnilin til Gásadals er liðugur og koyrandi er undir Lorvíksfjørð, ber til at koyra av Viðareiði til Gásadals. Hetta verður ein stór avbjóðing ikki minst fyri tey mongu, sum kunnu hugsast at royna tað nógv økta veganetið og harvið síggja partar av landinum tey vanliga ikki røkka. Tað setur so eisini heilt nýggj krøv til okkara ferðslumentan. Í blaðnum í gjár legði Anfinnur Kallsberg, løgmaður stóran dent á, at samferðslukervið verður útbygt næstu árini við bæði undirsjóvartunlum og nýggjum tunlum á landi. Hvat sigur løgmaður so um tær avbjóðingar hetta hevur við sær fyri eitt nú tey mongu ungu, sum kunnu hugsast at fara at brúka størri part av tíðini í bili! Verður t.d. neyðugt at meiri politi á vegnum?

-Nú veit eg ikki, um politi er tað rætta. Eg eri í prinsippinum ímóti eini forboðsskipan, men eitt nógv størri veganet krevur av hvørjum einstøkum, bæði ungum og gomlum fyrst og fremst at taka ábyrgd av sær sjálvum og øðrum og vísa hesa ábyrgd í verki. Fara vit hinvegin og siga, at vit ikki tora at binda oyggjar saman, tí vit bera ótta fyri teimum negativu avleiðingum hetta kann hava, so læsa vit okkum inni og koma ikki víðari. Tað haldi eg er skeivur hugsunnarháttur.

Løgmaður heldur, at her hava ikki minst foreldrini stóra ábyrgd. -Tey mugu leggja niður í okkara unga fólk, at tað at vit fáa nakrar møguleikar og nøkur rættindi hevur eisini við sær, at tey taka á seg nakrar skyldur.



-