Vandin fyri at uppliva eina yvirgangsatsókn er nógv størri í toki og metro enn í flogfari.
Myndin av yvirgangsatsøknum er nógv broytt seinastu tredivu árini. Tað sigur Arnold Barnett, sum er amerikanskur granskari og hevur gjørt kanningar um yvirgangsálop í flogfari, toki og metro.
Í árunum 1982-1991 lótu 1327 fólk lív orsakað av yvirgangsálopum móti flogførum ymsastaðni í heiminum. Sama tíðarbil var eingin, sum lat lív orsakað av slíkum hendingum umborð á tokum ella í metro.
Men frá 2002-2011 bleiv støðan ein heilt onnur. Tá doyðu 203 fólk orsakað av yvirgangsálopum móti flogførum, og samstundus doyðu heili 804 fólk, sum ferðaðust í toki og metro.
Úrslitini av kanningunum hjá granskaranum vísa, at fólk, sum brúka tok og metro í menningarlondunum, eru í dupult so stórum vanda fyri at lata lív í einum yvirgangsálopi enn tey, sum ferðast ofta við flogfari.
Nú mælir Barnett til, at størri fokus verður sett á fyribyrgjandi átøk, sum skulu gera tað tryggari at ferðast í toki og metro, hóast vandin fyri at uppliva eina yvirgangsatsókn í toki og metro framvegis er lítil - ein út av 2.000.000 um árið.
Roknast skal tó ikki við, at tey, sum fara í tok og metro, í framtíðini skulu ganga ígjøgnum eitt trygdarøki, eins og gjørt verður á flogvallum kring allan heim.
- Tað hevur víst seg at vera trupult at basa tílíkum álopum á jarnbreytarstøðum, og tí haldi eg, at vit ístaðin eiga at steðga slíkum álopum, áðrenn tey nakrantíð gerast veruleiki, sigur Arnold Barnett.Eitt nú vóru tað ikki tryggingaátøkini á Grand Central, sum steðgaðu eini yvirgangsatsókn, sum var ætlað metroini í New York í 2009. Her var tað nevnliga góða arbeiðið hjá fregnartænastuni, sum steðgaði álopinum.
Hinvegin vísir Barnett á, at vit undir ongum umstøðum eiga at slaka við trygdini í samband við flúgving.Síðani 11. september eru klyvarnir, har pilotarnir sita umborð á flogfarinum, tryggjaðir í nógv størri mun enn áður, og tað hevur gjørt, at færri yvirgangsmenn velja at brúka flogfør sum vápn, eins og tað bleiv gjørt í álopunum móti World Trade Center og Pentagon.
Úrslitini av kanningini hjá Arnold Barnett blivu fyri stuttum løgd fram á eini konferansu í Phoenix í USA.










