Størri toskakvotu eystanfyri næsta ár

Árligu fiskivinnusamráðingarnar millum Føroyar og Russland hava verið í Moskva í gjár og í dag, og úrslitið var, at føroysku veiðimøguleikarnir í russiskum sjógvi, bæði tá talan er um botnfisk og rækjur, øktust munandi.

Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi í 2013 verður 20.000 tons, talan er um eina øking á 4.800 tons. Føroyska hýsukvotan í 2013 verður tann sama sum í 2012, t.v.s. 2.000 tons. Rækjukvotan í russiskum sjógvi verður 4.000 tons komandi ár. Hetta er ein munandi hækking í mun til kvotuna fyri 2012, sum var 1.000 tons. Føroysku rækjuskipini hava havt góðan fiskiskap í russiskum sjógvi í 2012.

Russisk skip fáa komandi ár møguleika fyri at veiða 75.000 tons av svartkjafti og 13.500 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Í mun til avtaluna fyri 2012 er talan um eina øking á 25.000 tons av svartkjafti og 500 tons av makreli.

-Hetta er ein avtala, sum hevur stóran týdning fyri bæði Føroyar og Russland. Avtalan økir um fiskiveiðimøguleikarnar hjá báðum pørtum á javnbjóðis støði, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Hann vísir samstundis á, at tað hevur týdning fyri Føroyar og føroyskt vinnulív, at Føroyar hava hetta samstarvið við stórveldið Russland. Góð viðurskifti við Russland á fiskivinnuøkinum gevur betri møguleikar fyri at víðka um samstarvið við Russland til onnur øki eisini. Avtalan, sum nú er gjørd, stuðlar undir hetta.