Stórleikatíðin hjá felagnum var í 70-unum

12. januar í ár vóru 30 ár liðin síðan Ítróttarfelagið FRAM í Havn varð stovnað. Stórleikatíðin hjá felagnum var í 70-unum. Felagið er framvegis virkið og hevur ætlanir um at flyta upp í 2. deild í ár

Ítróttarfelagið FRAM hevði 12. januar í ár 30 ára føðingardag. Felagið varð stovnað sunnudagin 12. januar 1975.
Stovnandi aðalfundurin varð hildin heima hjá Jørleif Næs í Villumsgøtu henda dagin. 11 mans vóru á fundinum, teir vóru: Karsten Clementsen, Børge B. Hansen, Eyðfinn Hansen, Leivur Hansen, Odmar Kúrberg, Páll Kúrberg (sáli), Klæmint Ludvig, Leivur Müller, Birgar Niclasen, Jørleif Næs og Rógvi Poulsen.
Samtykt varð at seta á stovn fótbóltsfelag undir heitinum "Ítróttarfelagið FRAM". Hetta skuldi vísa seg at vera skilagott, tí longu árið eftir varð eisini ein borðtennisdeild sett á stovn. Miðskeiðis í áttatiárunum varð virksemið hjá felagnum uppaftur meira víðkað til eisini at fevna um flogbólt.
Flogbóltsdeildin skipaði seg seinni sum sjálvstøðugt felag, men varðveitti tó upprunanavnið. Borðtennisdeildin fekk somu lagnu og reis upp aftur sum sjálvstøðugt felag undir navninum "Tór". Bæði feløgini eru framvegis virkin.
Í fyrstu nevndini hjá FRAM sótu: Jørleif Næs, formaður, Børge B. Hansen, næstformaður, og Rógvi Poulsen, kassameistari.
FRAM luttók fyrstu ferð í landskappingini í fótbólti í 1975 við einum liði í meðaldeildini. Henda kappingin var skipað í tveimum bólkum, A og B. FRAM var saman við sjey øðrum liðum í bólki A og gjørdist nr. 4. Í steypakappingini vunnu teir báðar teir innleiðandi dystirnar (4-0 á AB og 2-1 á SÍF) og komu í hálvfinaluna, har teir noyddust at lúta 2-4 fyri B68. Sostatt komu teir bara heilt heiðurliga burturúr fyrsta kappingarárinum.
Árið eftir, í 1976, vóru meistaradeildin og meðaldeildin umskipaðar til tríggjar deildir: 1., 2. og 3. deild.
Í fyrstu deild í 1977
Góða úrslitið hjá FRAM í 1975 hevði við sær, at felagið fekk sætið í 2. deild. Úrslitið av fyrstu kappingini í hesi nýggju deildini var, at FRAM gjørdist vinnari og tryggjaði sær sostatt luttøku í bestu deildini í 1977.
Men her gekst ikki so væl. Sum nummar 7 og aftasta lið við bert fýra stigum (trimum ímóti B36 og einum móti HB), noyddust teir ta tungu leiðina niður aftur í næstbestu deildina.
Í 1977 luttók felagið fyrstu ferð í kappingini við meira enn einum liði. Tað var í 1. deild, 3. deild, smádreingjadeildini og piltadeildini. Hetta árið hevði felagið eisini ta fyrstu og higartil einastu vitjanina av einum útlendskum liði. Tað var eitt úrvalslið av leikarum úr Boldklubben 1903 (B 1903), sum spældu í Danmarkar- og Keypmannahavnarseriunum.
Teir spældu tveir dystir á ferðini í sambandi við eina ólavsøkukapping, sum tey trý havnarfeløgini skipaðu fyri. FRAM tapti 1-0 fyri gestunum í innleiðandi dystinum. Í finaluni ólavsøkudag vann B1903 3-2 á HB.
Eftir ólavsøku í 1977 fór FRAM á sína fyrstu og higartil einastu uttanlandsferð. Talan var um eina venjingarlegu í Noregi, har teir vóru gestir hjá Florvåg Idrettsforening á oynni Askøy í Bergensfjørðinum. Hóast ítróttarligu úrslitini á ferðini ikki vóru nakað av reypa av, eydnaðist ferðin kortini sera væl.
Í 1978 hevði felagið ikki færri enn fimm lið við í kappingini: 2. deild, 3. deild, dreingir, smádreingir og piltar. Í 1979 vóru teir umboðaðir í 2. deild, 3. deild og dreingjadeildini, í 1980 og í 1981: 2. deild, 4. deild og unglingar. Í 1982 og 1983: 2. deild og 4. deild (tvey lið), 1984: 2. deild, 4. deild, piltadeildini og smápiltadeildini, 1985: 2. deild, 5. deild, smádreingir, piltar og smápiltar.
1986 var eitt svárt ár
1986 var eitt svárt ár hjá felagnum. Hetta árið noyddist besta liði ta tungu leið niður í 3. deild. Hetta árið vóru teir eisini umboðaðir í 5. deild, piltadeildini og smápiltadeildini. Í 1987 høvdu teir ongar smápiltar, annars óbroytt. Í 1988 vóru teir bert við í vaksnamannadeildunum, 3., 4. og 5. deild. Í 1989 var eisini 5. deild burtur.
Í 1990 megnaðu teir at flyta upp aftur í 2. deild. Hetta árið høvdu teir eisini eitt lið í 4. deild. Í 1991 vóru teir aftur í 3. og 4. deild.
Í 1992 høvdu teir brádliga heldur onki lið í 3. deild, men bara í 4. og 5. deild umframt eitt smápiltalið. Í 1993 var FRAM bert umboðað í 4. deild og smá-piltar.
Í 1994 byrjar felagið spakuliga at reisa seg aftur, eftir drúgvu tíðina niðri í aldudalinum. Hetta árið høvdu teir ikki færri enn seks lið við í kappingini! 4. deild, 5. deild, old boys, smádreingir, piltar og smápiltar. Somu lið eru eisini við í kapp-ingini í 1995.
Í 1996 eru teir aftur í 3. deild umframt í 4. og 5. deild og old boys. Yngru deildirnar eru burtur. Sama skilið er í 1997. Í 1998 eru teir aftur niðri í 4. deild við teirra besta liðið og luttaka annars í 5. deild og old boys-kappingini. 1999 er svartasta árið higartil í søguni hjá FRAM. Hetta árið eru teir bert við í 5. deild og í kappingini fyri old boys. Felagið helt tó fram við at draga andan, og í 2000 eru teir aftur í 4. deild umframt í 5. deild og old boys.. Hetta er eisini galdandi fyri 2001, 2002 og 2003.
Í 2004 er 1. liðið aftur at síggja í 3. deild umframt at eitt lið er í 4. deild. Soleiðis sær tað eisini út til komandi kappingarár.
FRAM í framtíðini
Í nevndini hjá FRAM í dag sita: Anfinn L. Hansen, formaður, Teitur Ellingsgaard, varaformaður, Bárður Mikkelsen, skrivari, Áki Mortensen, kassameistari, Tommy Jacobsen, nevndarlimur og Magnus Fuglø, tiltakslimur.
Venjari hjá felagnum í ár er Kári Reynheim, sum eisini var venjari í 2003, tá felagið aftur tryggjaði sær sætið í 3. deild. Málið í ár er heilt greitt at vinna deildina og harvið sleppa upp aftur í næstbestu deildina. Somuleiðis verður arbeitt við at fáa gongd á aftur ungdómsdeildina, sigur Anfinn L. Hansen, formaður í FRAM.
FRAM helt fyrstu ár síni til í felagshølunum hjá hondbóltsfelagnum Kyndli í Gundadali, men hevur síðani fyrst í áttati-árunum havt síni egnu felagshús (millum fyrrv. HB- og B36-húsini, har Bridge-felagið og Miðstovnurin nú eru).
Flyta til Hoyvíkar
Felagið er í ferð við fyrireikingunum til at flyta niðan í Hoyvíkar. Hetta verður gjørt í ásannanini av, at býlingurin uppi í Hoyvík, veksur alsamt og vildi tað verið ein sjálvfylgja, at Hoyvík hevur umboð í best umtóktu ítróttargrein í Føroyum so sum í heiminum, sigur Anfinn L. Hansen, og so hevur býráðið gjørt eitt ítróttarøki har uppi, so tað er ein sjálvfylgja at útnyttað tann møguleikan, leggur Anfinn afturat.
Felagið hevur í hesum sambandi heitt á mentamálanevndina hjá Tórshavnar býráð um at virka fyri, at øki verður lagt av til nýtt felagshús og vøll í framhaldandi útstykkingarætlanunum í Hoyvíkshaganum. Hesum hevur mentamálanevndin samtykt og hevur heitt á byggideildina um at finna hóskandi øki til endamálið.
Økið ið bygginevndin hevur funnið, er í Dalinum Langa, ið gongur frá Hoyvíkar skúla og oman fyri Balslev.
Við hesum framtíðarætlanum, sigur Anfinn L. Hansen, hevur felagið endiliga vónir um, at vera líkastillað við hini trý fótbóltsfeløgini í kommununi - AB, B36 og HB.
Nýggja nevndin - sum alment tók við eftir aðalfundin 28. januar í ár - hevur síðani vetur, umvælt ymiskt í felagshúsinum, so Túgvan - sum leigar seg inn í FRAM-húsið og er ein úti-barnagarður hjá kommununi, fekk betur umstøður at virka í.
Umklæðingarrúmini og vátrúmið hava fingið ein umgang, so sum bóltarúmið er flutt, so húsið verður betur útnyttað. Logo eru eisini koyrd á húsið, so felagshúsið er meira sjónligt. Í summar verða so húsini málað uttan, sigur Anfinn L. Hansen..
Eisini er avgjørt, at broyta um-støðurnar hjá 1. liðnum markant, so leikarnir fáa venjingarklæðir, t-shirts, handkløð v.m. tá teir koma til venjing og hetta verður vaskað fyri teir. Hetta skuldi ført við sær størri seriøsitet og vónandi kann hetta "lokka" enn fleiri seriøsar góðar fótbólsleikarar til felagið.
Eitt annað týdningarmikið mál nevndin hevur arbeitt nógv við í vetur, er at finna sponsorar til komandi kappingarár. Hetta hevur hildnast væl.
1. liðið hevur tríggjar sponsorar á spælibúnunum til komandi kappingarár og vónandi verður tað ikki ein ov stór byrða at bera nú nevndin hevur sett sær so høg mál, sigur ein flennandi Anfinn Hansen.
Anfinn leggur afturat, at 1. liðið fer eisini at hava eitt sett spælibúnar til úti-dystir. Liturin til teir spælibúnarnir er valdur út frá hvønn lit hini feløgini í Føroyum ikki nýta, so her hevur lesarin - og mótstøðuliðini - nakað at gleðast til.
Umframt hetta, hevur nevndin sett Kára Reynheim at venja 1. liðið og Ørv H. á Lað hevur ábyrgdina av 2. liðnum.
Í sambandi við føðingardagin er sjálvt hátíðarhaldið flutt til juli mánað, og tá er ætlanin at hava eina framsýning á Torginum í SMS við FRAM-myndum, og vónandi kemur eisini ein single fløga út skjótt.
Hóast andróðurin mangan hevur verið harður, hava tey fyrstu 30 árini av søgu felagsins víst, at knotur eru í Ítróttarfelagnum FRAM, og vit fara nú við góðum treysti undir tey næstu 30 árini, sigur Anfinn L. Hansen.
Hann leggur afturat, at heiðurin fyri at felagið er til enn tann dag í dag, er ikki minst Álvi Danielsen at takka, sum við trúfesti og áhaldni hevur hildið lív í felagnum.