Stórkavi í USA og Kanada

Minst 10 fólk hava latið lív í vetrarveðri í USA og Kanada

Veturin hevur av álvara gjørt um seg í pørtum av Norðuramerika teir seinastu dagarnar. Bæði har vesturi og har eysturi er nógvur kavi komin niður, og harafturat hevur vindurin verið nógvur.

 

Har eysturi í Kanada lá flogferðslan still í gjár, og nógvastaðni var eingin skúlagongd, tí tað skúlabussarnir sluppu ikki vegin fram. Í Nýfunnalandi og Labrador fór streymurin nógvastaðni.

 

Myndugleikarnir siga, at illveðrið hevur kravt minst tíggju mannalív í Kanada og USA. Í amerikanska statinum Oregon var ódnarveður fyrradagin, og skriðulop oyðiløgdu fleiri vegir og elveitingina.