Teir stóru flokkarnir hava tvey umboð hvør, og teir báðir minnu hava hvør sítt umboð.
Fyri Tjóðveldi eru Høgni Hoydal og Sjúrður Skaale í nevndini við Torbirni Jacobsen og Bjørt Samuelsen sum varalimum.
Sambandsumboðini eru Helgi Abrahamsen og Jaspur Vang, og teirra varamenn eru Marius Dam og Bjørn Kalsø.
Fólkaflokkurin hevur valt Poul Michelsen og Jógvan á Lakjuni í nevndina, og varalimir teirra eru Heðin Zachariasen og Annfinn Kalsberg.
Javnaðarumboðini í nevndini eru John Johannesen og Hans Pauli Srtøm, og varalimir teirra eru Andreas Petersen og Katrin Dahl Jacobsen.
Fyri Miðflokkin er Jenis av Rana í nevndini og Karsten Hansen varalimur, og fyri Sjálvstýrisflokkin er Kári á Rógvi í nevndini við Kára P. Højgaard sum varalimi.
Bleiv ikki liðugt
Stjórnarskipanarnevndin er vald eftir uppskoti til samtyktar, sum tíggju løgtingsmenn úr øllum flokkum løgdu fram ólavsøkudag. Har stóð, at uppskotið til Stjórnarskipan Føroya skal gerast við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006.
Uppskotið skal hava ásetingar um stýrisskipan, valdsbýti og grundleggjandi rættindi og skyldur borgaranna. Somuleiðis skal uppskotið hava ásetingar um fólkaatkvøðu
um uppskotið, áðrenn Løgtingið tekur endaliga støðu til tað.
Løgtingið setti í november í fjør eina nevnd at koma við uppskotið um Stjórnarskipan Føroya við støði í álitinum frá 2006. Nevndin hevði 13 fundir og kom nakað áleiðis, men hon bleiv ikki liðug við arbeiði sítt, og tí er hon nú mannað av nýggjum.
Nevndin, sum Løgtingið valdi í gjár, skal leggja uppskot um Stjórnarskipan Føroya fyri Løgtingið innan 1. november í ár.