Svenskir nýføðingar gerast altsamt størri og størri, men tað er ikki bara gott, siga serfrøðingarnir, sum halda, at okkurt skal gerast við málið.
Fyri 30 árum síðani vigaðu 2,8 prosent av teimum nýføddu í Svøríki meiri enn níggju pund, men nú vísir ein nýggj kanning, at í dag viga 4,4 prosent av nýføðingunum meiri enn níggju pund. Harafturat vísir kanningin, at svensku kvinnurnar eru eisini tyngnaðar. Fyri tíggju árum síðani vigaðu kvinnurnar í meðal 64 kilo, tá tær gjørdust við barn, men í dag er meðalvektin 67 kilo. Sambært Anders Åberg, yvirlækna á lærda háskúlanum í Lund, er hetta ein sera stórur vøkstur eftir bara tíggju árum.
Læknin Kalle Kallén sigur við blaðið Dagens Nyheter, at vandin fyri, at kvinnurnar fáa skaða undir føðingini, veksur, tá børnini gerast so stór. Hon sigur seg kortini ikki duga at siga, um trupulleikin kann loysast við at lata kvinnurnar eiga við keisaraskurði.