Leirvík
Í sambandi við borgarafundin, sum verður í Leirvík fríggjakvøldið um vegaføringina í sambandi við Norðoyatunnilin, hevur lítið verið at frætt um, hvat vinnulívið í Leirvík heldur um hetta mál.
Tað er tó eingin loyna, at leiðslan í Tavuni, sum er gulllaksa-og upsavirkið í Leirvík, yvirfyri myndugleikunum hevur gjørt vart við síni sjónarmið.
Í brævi, sum felagið hevur sent landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm við avriti til Leirvíkar bygdarráð, vísir Tavan á fleiri viðurskifti, sum tala ímóti fjøruloysnini.
Órógv undir bygging
Við tunnilsloysnini omanfyri Tavuna, væntar felagið ikki, at hendan kemur at órógva arbeiðið, tá ið hon er framd, men meðan verkætlanin verður framd, stúrir felagið fyri, at nógv órógv verður.
- Vit vænta, at ferðslan til og frá Tavuni verður tarnað, eins og hetta kemur at ganga útyvir parkeringsplássið hjá arbeiðsfólkunum. Haraftrat kunnu vit vænta avbrot í sambandi við umlegging av vatnveiting, el-kaðlum og øðrum.
Felagið væntar, at ein vegaføring uttan tunnil omanfyri Tavuna hinvegin kemur at órógva rættiliga nógv.
Her væntar felagið, at ein stórur partur av økinum sunnanfyri Tavuna verður brúkt til veg, sum kemur at skerja arbeiðsøkið munandi.
- Tær útbyggingar, sum Tavan kann gera, eru suðureftir og omanfyri verandi bygning. Niðanfyri eru hinvegin ikki stórir møguleikar fyri útbygging.
Útbyggingarætlanir
Felagið vísir á, at útbyggingar hava verið upp á tal av og á.
- Um bygt verður omanfyri verandi bygning, kemur hetta at ganga útyvir parkeringsøkið.
Í skrivinum til landsstýrismannin við avriti til Leirvíkar kommunu heitir Tavan staðiliga á partarnar um at taka málið upp til nýggja viðgerð og saman finna bestu loysnina.