Stóri toskurin fær heldur ikki prís

Tað er ikki so langt síðani, at tann stórui toskurin fór upp um 20 krónur fyri kilo á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum, men í dag rakk hann ikki upp um 15 krónur. Umleið fýra tons av toski á á uppboðnum ío dag. Tað mesta var toskur I frá einum báti, sum hevði verið við línu, og prísurin var 14,99 krónur fyri kilo.

Bátar, sum royna við línu, hava annars fingið mest av hýsu og nakað av longu. Í dag vóru 13 tons av hýsu og knappliga 10 tons av longu. Hýsa I fór fyri 12,04 krónur, hýsa II fyri 10,13 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 8,16 krónur. Tað mesta av longuni fór fyri 12,00 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin knappliga 34 tons í dag fyri góðar 380.000 krónur.