Eru steypafinalurnar hjá teimum vaksnu leygardagin nakað, ið savnar fólk, so standa tær hjá teimum yngru sunnudagin einki aftanfyri. Í fjør vísti tað seg enntá, at tann fyrsta steypafinalan sunnudagin, sum var hjá gentum 10 ár, hevði fleiri áskoðarar enn kvinnufinalan dagin fyri!
Børnini eru sera spent til sunnudagin, tá tey ikki bara sleppa at spæla ein avgerandi dyst framman fyri nógvum áskoðarum, men eisini sleppa at spæla á altjóða hondbóltsgólvinum, sum verður liggjandi frá finalunum dagin fyri, so karmarnir eru teir bestu um barnafinalurnar eisini.
Finalurnar hjá teimum yngru eru 10 í tali, og tey feløgini, ið ganga oftast aftur, eru tey bæði stóru høvuðsstaðarfeløgini, Kyndil og Neistin, sum eiga seks lið hvørt, umframt at H71 hevur tvey lið í finalunum. VÍF og Tjaldur hava eisini tvey lið í part, og so hava Stjørnan og KÍF hvør sítt.
Dystirnir, ið gjørdu av, hvørji lið skuldu koma í steypafinalurnar, vóru leygardagin, tá liðini kundu spæla seg heilt fram í hálvfinalurnar. Vinnararnir har komu so í steypafinalurnar, sum verða nú sunnudagin, meðan tapandi liðini í hálvfinalunum spældu bronsudyst beinanvegin, so tey triðbestu liðini í hvørjum bólki longu tá fingu síni bronsuheiðursmerki.
Nú er so bara eftir at fáa upp á pláss, hvørji lið skulu hava gull- og silvurheiðursmerki, og óivað fer høllin á Hálsi at kóka hesar tímarnar seinnapartin sunnudagin, tá foreldur, systkin, ommur, abbar og onnur fara at seta sín dám á tær 10 finalurnar.